Russland hevur framt álop á Ukraina í nátt, sum vit helst fara at hoyra meira um í dag.
Í verjumálaráðnum í Rumenia vita tey at siga, at leivdir av einari russiskari dronu hava gjørt skaðar í rumenska býnum, Galati.
Sagt verður, at dronuleivdir eru funnar í býnum í nátt.
- Ein streymmastur og onkur bústaður hava fingið skaðar, siga tey í rumenska verjumálaráðnum í morgun.
Rumensku myndugleikarnir siga, at eingin fólkaskaði stóðst av dronuleivdunum í Rumenia í nátt.











