Russiskir teldusníkar lupu á hvítu húsini

Álopið hjá russiskum teldusníkum á telduskipanina hjá Hvítu húsunum í Washington, vekir minni um kalda kríggið.

Russiskir teldusníkar hava lopið á telduskipanina í Hvítu húsunum. Hesum boðar CNN frá. Sambært teirra keldum, eru teldusníkarnir fíggjaðir av russiski stjórnini.

 

Longu í oktobur í fjør vóru kt-skipanirnar hjá hvítu húsunum stongdar, eftir at komið var eftir illgrunasomum virksemi á kervinum. Nú er tað hent aftur, og hesaferð metir amerikanska stjórnin seg við vissu kunna siga, at russar standa aftanfyri álopini. Tò er óvist, um tað eisini vóru teir, sum vóru upp á spæl í oktobur.

 

Teldusníkarnir megnaðu at bróta seg gjøgnum ytru múrarnar, men sambært trygdarráðgevanum hjá amerikanska forsetanum, Ben Rhodes, eydnaðist teimum ikki at fáa fatur á viðkvamari kunning. Tó so, teldusníkarnir fingu millum annað atgongd til dagligu tíðarætlanina hjá amerikanska forsetanum, Barack Obama.

 

Mett verður, at teldusníkarnir hava fingið atgongd til hvítu húsini gjøgnum amerikanska uttanríkisráðið. Sagt verður, at russisku teldusníkarnir hava havt atgongd til KT-skipanina hjá amerikanska uttanríkisráðnum í longri tíð, hóast áhaldandi royndir at steingja teir úti. 

 

Væntandi hava teldusníkarnir fingið atgongd gjøgnum ein sonevndan phishing-meyl, har teir látast vera onkur álítandi persónur og biðja um atgongd, og onkur óansin eftirlíkar umbøn teirra.

 

Álopið hevur í ávísan mun gjørt amerikansku myndugleikarnar ovfarnar og teir eru nú noyddir at taka hesa hóttanina í nógv størri álvara enn áður, meta serfrøðingar.

 

Russland og USA hava seinastu tíðina oftari verið í hornatøkum á ymsum økjum, seinast um russisku innrásina í Ukraina og amerikansku bumbingina í Sýria. 

 

Tað minnir ikki sørt um spiónsøgurnar frá kalda krígnum.