Eitt russiskt jagaraflogfar av slagnum MiG-31 er dottið niður.
Hetta hendi stutt eftir, at flogfarið var farið á flog av støðini í Primorskij Kraj, heilt har eysturi í Russlandi.
Tað er tíðindastovan Tass, sum ber hesi tíðindi, og sagt verður, at hendingin fór fram í morgun.
Sagt verður, at tveir flogskiparar vóru í fogfarinum, og báðir skutu seg út úr flogfarinum, áðrenn tað datt niður.
Einki verður sagt um, at nakar av flogskiparunum læt lív.
- Primorskij Kraj er landslutur í Russland, sum liggur við Kyrrahavið og hevur mark til Norðurkorea og Kina.
Í reyða feltinum liggur russiski landsluturin, Primorskij - út móti Japanska Havinum og Kyrrahavinum.