Russland eftirlýsir forsætisráðfrúnna í Estlandi

Kaja Kallas, forsætisráðfrú í Estlandi, hevur verið fíggindalig mótvegis Russlandi, sigur talsmaður fyri russiska stýrið

 

Estiska forsætisráðfrúan, Kaja Kallas, kann vænta sær at verða handtikin, um hon fer inn í russiskt øki. - Foto: John Thys/Ritzau Scanpix

Russland eftirlýsir forsætisráðfrúnna í Estlandi, Kaju Kallas, eins og landsins uttanríkisráðharra, Taimar Peterkop.

Russland vil eisini hava fatur á mentamálaráðharranum í Litiva, Simonas Kairys.

Tað sæst í einum dátabásu hjá russiska innanríkisráðnum.

Talsmaðurin í Kreml, Dmitrij Peskov, váttar eftirlýsingarnar á tíðindafundi.

Kaj Kallas er eftirlýst vegna »fíggindaligu gerðir hennara« mótvegis Russlandi og »vanhalgan av søguligum minnum«, sigur hann.

Tað er sambært Reuters enn ógreitt, hvat Kaja Kallas og hini baltisku topppolitikararnir ítøkiliga skulu hava gjørt.

Tó skrivar statsliga russiska tíðindastovan Tass, at tey eru mistonkt fyri at hava oyðilagt standmyndir, sum ímynda sovjetiskar hermenn.

Tass vísir til upplýsingar frá ónevndari keldu.

Tað er ikki eydnast Reuters at fáa eina viðmerking frá skrivstovuni hjá Kaju Kallas.

Reuters hevur eisini biðið um viðmerking frá Simonas Kairys. Men talsmaðurin hjá litavska mentamálaráðharranum vil ikki vátta, at Kairys er eftirlýst.

Baltisku londini vóru saman við Russlandi í Sovjetsamveldinum.

Londini hava kunngjørt, at tey ætla at beina burtur standmyndir, sum stava frá sovjettíðindi.

Afturi í 2022 segði forsætisráðharrin í Estlandi, at estisku myndugleikarnir vildu beina burtur millum 200 og 400 av hesum slagnum av standmyndum.

Sum mótsvar setti Russland løgregluna at málið.

Við eftirlýsinginini kunnu baltisku politikararnir rokna við at verða handtiknir, um teir koma inn í russiskt øki. 

Eftirlýsingin hevur onga praktiska ávirkan uttan fyri Russland.

Tað er lagt frá fyrstu ferð, at baltiskir politikarar eru kunngjørdir eftirlýstir av russiskum myndugleikum.

Fleiri politikarar í Estlandi, Lettlandi og Litava eru frammanundan eftirlýstir. Tað snýr seg bæði um býráðspolitikarar og politikarar úr flokkunum í tjóðartinginum.

/ritzau/Reuters

 

Estiska forsætisráðfrúan, Kaja Kallas, kann vænta sær at verða handtikin, um hon fer inn í russiskt øki. - Foto: John Thys/Ritzau Scanpix