Kreml-talsmaðurin, Dmitry Peskov, sigur sambært AFP, at samrøður um Ukraina verða í næstu viku.
Á fundinum skulu umboð fyri Russland, USA og Ukraina røða um møguligar loysnir fyri at fáa ein enda á krígnum í Ukraina.
- Semja er um, at fundurin skal verða í næstu viku, og vit fara at kunna um tíð og stað, sigur Dmitry Peskov sambært AFP-tíðindastovuni.
Sambært útlendskum miðlum hava USA og Ukraina higartil ikki gjørt viðmerkingar - ei heldur staðfest - tíðindini úr Kreml.











