Dmitrij Peskov, talsmaður fyri Vladimir Putin, heldur, at tað eru evropisku londini, sum hótta Russland - ikki øvugt. (Savnsmynd). - Mynd: Maxim Shemetov

Russland: Friðarsamráðingarnar við Ukraina settar á pausu

Evropisku londini standa í vegin fyri friðarligum samrøðum um Ukraina, sigur russiski talsmaðurin.

Dmitrij Peskov, talsmaður fyri Vladimir Putin, heldur, at tað eru evropisku londini, sum hótta Russland - ikki øvugt. (Savnsmynd). - Mynd: Maxim Shemetov

Steðgur er í samráðingunum millum Russland og Ukraina um eina friðaravtalu.

 

Tað upplýsir Dmitrij Peskov, talsmaður hjá Vladimir Putin, forseta, sambært fleiri tíðindastovum.

 

- Samskiftisrásirnar eru til staðar og virka. Okkara semingsmenn hava møguleika at samskifta ígjøgnum teir. Men fyribils er helst rættari at siga, at steðgur er, sigur talsmaðurin sambært Reuters.

 

Hann legði afturat, at evropeisk lond hava staðið í vegin fyri friðinum.

 

- Russiska síðan er framvegis til reiðar at fara undir ein friðarligan dialog. Men tað er púra rætt, at evropearar standa í vegin fyri tí, sigur Peskov.

 

Útsøgnin hjá talsmanninum kemur tveir dagar eftir, at russiskar dronur hava brotið pólska loftrúmið.

 

Tilsamans vórðu 19 loftrúmsbrot skrásett, og í minsta lagi tríggjar dronur vórðu skotnar niður.

 

Pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, hevur kallað tað fyri eina "stóra provokatión" hjá Russlandi. Hann heldur, at Pólland nú er í eini sera hættisligari støðu, og Frakland og Týskland hava avgjørt at senda fleiri jagaraflogfør til Póllands at hjálpa til við at varða loftrúmið.

 

Russiska verjumálaráðið hevur upplýst, at einki álop á Pólland var ætlað.

 

Ráðið greiddi víðari frá, at tað hevði framt álop á eitt hernaðarligt virki í vestara parti av Ukraina, sum hevur mark við Pólland.

 

Í dag endurtók Dmitrij Peskov tey boðini. Tað er eingin hóttan móti evropiskum londum úr Russlandi, sigur hann, sambært almennu tíðindastovuni Tass.

 

- Eg vil fegin minna á orðini hjá okkara forseta. Russland hevur ongantíð hótt nakran. Tað hóttir heldur ikki evropisk lond.

 

- Tað var ikki Russland, sum víðkaði seg móti Evropa við hernaðarligum undirstøðukervi. Tað er Evropa, sum er partur av NATO - eitt amboð til konfrontatión, ikki frið og stabilitet - sum altíð hevur flutt seg móti okkara landamørkum, sigur Peskov.

 

Fyrr á degnum boðaði russiska verjumálaráðið frá, at Russland og Hvítarussland vóru farin undir eina felags hernaðarvenjing, sum eitur Zapad.

 

Venjingar verða bæði í Russlandi og Hvítarusslandi - sum hava mark við Pólland - umframt í Eystrasalti og Barentshavinum.

 

 

 

/Ritzau/

 

Dmitrij Peskov, talsmaður fyri Vladimir Putin, heldur, at tað eru evropisku londini, sum hótta Russland - ikki øvugt. (Savnsmynd). - Mynd: Maxim Shemetov