Russland hevur nú fult eftirlit við Luhansk

Luhansk er eitt av fýra ukrainskum fylkjum, sum russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur lýst at vera russisk - í stríð við fólkarættin

Guvernørurin í Luhansk í Ukraina, Leonid Pasitsjnik, sigur, at Russland nú hevur fult eftirlit við fylkinum har eysturi í landinum.

 

Hann sigur, at tað var farna vikuskiftið, at russiski herurin fekk fult eftirlit við Luhansk, og hetta segði hann í samrøðu við almenna russiska tíðindarás í gjár.

 

Í morgun eru upplýsingarnir hjá guvernørinum hvørki váttaðir ella avsannaðir av ukrainskum myndugleikum, ei heldur av russiska verjumálaráðnum.

 

Um hetta er rætt, er Luhansk fyrsta av fýra ukrainskum fylkjum, sum russiski herurin hevur fingið fult ræði á, síðan Russland tók Krim-hálvoynna frá Ukraina í 2014.

 

Heilt síðan 2014 hava russisk viðhaldsfólk - ella separistar í økinum - lutvíst havt eftirlitið við Luhansk-fylkinum, sum hevur mark til Russlands.

 

Eftir russisku innrásina í Ukraina í februar 2022, fingu russar eftir nøkrum mánaðum eftirlitið við meginpartinum av Luhansk.

 

Á heysti í 2022 tóku ukrainskar herdeildir seg fram aftur í økinum, men seinastu tíðina hevur Ukraina bert havt eftirlitið við einum lítlum parti av fylkinum.

 

- Luhansk er eitt av fýra ukrainskum fylkjum, sum russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur lýst at vera russiskt - í stríð við fólkarættin, skrivar www.tv2.no

 

Leggjast kann aftrat, at Russland slett ikki hevur megnað at tikið fult ræðið á øllum teimum fýra fylkjunum, sum landið hevur lýst russisk at vera.