Russland hevur ongan rætt til at gera innrás í Ukraina, og onga heimild at fara inn í hvørki Donetsk ella Luhansk við sonevndum "friðarvarðveitandi" herliðum.
Avgerðin hjá Putin er eitt grovt inntriv á Ukrainska sjálvsavgerðarrættin, og eitt brot á altjóða lóg, sum á ongan hátt kann rættvísgerast.
Suverenitetur er suverenur, og eins og Føroyar eigur at hava fullan sjálvsavgerðarrætt innan síni egnu landamørk, somuleiðis eiga vit at verja Ukrainska sjálvsavgerðarrættin, og fordøma tey, sum gera seg inn á hann.
Vónandi meldar løgmaður greitt út, at tað ikki kann góðtakast, at eitt land kann siga seg taka ræðisrættin yvir eitt annað land, og at hetta ikki er í tráð við altjóða lóg og rætti.
Bjarni Kárason Petersen
Løgtingsmaður