Russland tekur seg fram í Ukraina

- Russiski herurin hevur tikið seg fram í fýra økjum í eystara parti av Ukraina, men samstundis hevur ukrainski herurin tikið økir aftur har suðuri í landinum, sigur ukrainski varaverjumálaráðharrin.

- Harðir bardagar eru allastaðni. Russiski herurin hevur tikið seg fram við býirnar, Avdijivka, Marjinka og Lyman í Donetsk-regiónini har eysturi í landinum.

 

Tað sigur ukrainski varaverjumálaráðharrin, Hanna Maljar, á sosialum miðlum. 

 

Hon vísir á, at fíggindin eisini tekur seg fram í Svatove-økinum, sum liggur í Luhansk. Donetsk og Luhansk eru landslutirnir, sum tilsamans verða róptir Donbas.

 

Hóast Russland longu í fjør lýsti Donbas, sum eitt av økjunum, sum nú hoyra undir Russland, so hevur russiski herurin enn ikki megnað at tikið ræðið í allari regiónini.

 

- Støðan á hermótunum er trupul, skrivar Hanna Maljar.

 

Varaverjumálaráðharrin leggur tó aftrat, at aðrastaðni á hermótinum gongur betur, eitt nú á Bakhmut-leiðini í syðra parti av Ukraina, har harðir bardagar vóru leingi, og har nógv herfólk læt lív.

 

- Tað eru framstig at hóma  við býirnar, Melitopol og Berdjansk, sum eisini liggja har suðuri í landinum, sigur hon.

 

Hanna Maljar sigur, at ukrainski herurin møtir harðari mótstøðu frá fíggindanum, bæði við minum og frá russisku herdeildunum.

 

Fyrr í dag segði hernaðarleiðslan í Ukraina, at Russland framdi álop á ukrainska høvuðsstaðin við dronum í nátt.

 

Hetta var fyrsta álop á Kyiv í 12 dagar. Ukrainski herurin sigur, at allar dronurnar vórðu skotnar niður. Eingin læt lív, men eitt fólk fekk løstir av leivdum av niðurskotnum dronum.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi úr Ukraina í kvøld.