Russland tveitir norskt sendifólk av landinum eftir video: Eg hati russar

Norska uttanríkisráðið hevur yvir fyri Russlandi biðið um umbering fyri, at ein sendikvinna hevur tosað niðrandi um russar.

 

Russland hevur í dag biðið eina norska sendikvinnu um at fara av landinum.

Tað verður gjørt, eftir at sendikvinnan hevur komin við »russofobiskum fornermilsum«.

– Eftir tað, sum er hent, so ber ikki til hjá norsku sendikvinnuni at vera í Russlandi, eftir okkara tykki, stendur í einum boðum frá russiska uttanríkisráðnum.

Tann norska sendikvinnan var frammanundan í ferð við at gera seg til reiðar at flyta úr Russlandi, tá tað varð tikið upp á sjónband, at hon skeldaðist harðliga inn á russarar á einum gistingarhúsi í Murmansk.

Málið fekk nógva umrøðu um vikuskiftið, tá sjónbandið, har hon skeldast um reinførið á hotellinum, varð almannakunngjørt.

– Eg hati russarar. Gev mær bara eitt kamar. Eg eri von við rein kømur. Eg eri úr Skandinavia, hoyrdist hon millum at siga á sjónbandaupptøkuni.

Sjónbandið var lagt út á fleiri russiskar miðlar leygardagin.

Norska uttanríkisráðið upplýsir, at tey eru vitandi um málið og hava boðað frá, at tey harmast um tilburðin.

 

##med2##

– Sendimaður okkara í Moskva varður kallað til fundar í russiska uttanríkisráðnum. Hann varð kunnaður um, at visumið hjá starvsfólki okkara fór at verða tikið aftur, sigur Guri Solber, samskiftisráðgevi.

Á fundinum endurtók norski sendimaðurin, at Noreg harmast um málburðin hjá starvsfólkinum. Tað endurspeglar ikki norskan politikk ella norskan hugburð mótvegis Russlandi og russum, upplýsir Guri Solberg.

Norska uttanríkisráðið tók greiða frástøðu frá atburðinum hjá starvsfólkinum á sendistovuni, tá málið kom alment fram.

Sendikvinnan hevur starvast á einum generalkonsuláti í Murmansk. Noreg avgjørdi í juni at steingja konsulátið fyribils og hevur einki sendifólk eftir í býnum, sum liggur í útnyrðingspartinum av Russlandi.

Tí var sendikvinnan longu frammanundan á veg úr Russlandi.

/ritzau/NTB