Russlandssáttmálin: Russar fiska fyri tað mesta svartkjaft í Føroyum

Og Føroyar fiska fyri tað mesta tosk í russiskum sjógvi

 

Føroyingar hava fiskað í Barentshavinum í meira enn 100 ár, og líka síðani fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar í 1977 hava Føroyar gjørt avtalu við Russland um umbýti av fiskirættindum. 

Russisk skip hava serliga fiskað svartkjaft og makrel í føroyskum sjóøki, og føroysk skip hava afturfyri serliga fiskað tosk og hýsu í russiska økinum av Barentshavinum. Seinnu árini hava avtalurnar eisini havt við, at russisk skip fiska sild í føroyskum øki, og føroysk skip hava fiskað rækjur í Barentshavinum. Nøgdirnar av kvotu, sum Føroyar hava latið Russlandi, hava verið størri enn kvoturnar, sum Føroyar hava fingið afturfyri, men fiskasløgini, ið Føroyar fáa frá Russlandi eru dýrari.

Tað vísir innlit, sum in.fo hevur fingið í eina greining, sum Løgmansskrivstovan lat gera til fundin, sum løgmaður hevði við floksformenn í síðstu viku, har evnið var, um Føroyar skulu fara til Samráðingar við Russland um nýggjan sáttmála, nú Russlandi er í kríggi í Ukraina. 

Hóast in.fo hevur fingið innlit í uppritið, so er talan um avmarkað innlit, tí Løgmansskrivstovan hevur strikað út partar í greiningini, »av tí at hetta verður mett at vera til ógagns fyri føroysku samráðingarstøðuna, sbr. løgtingslóg um innlit í fyrisitingina § 13 stk. 1 nr. 2«, sum Løgmansskrivstovan skrivar í svarinum við innlitinum.

Í greiningini verður upplýst, at meginparturin av tonsunum, sum Føroyar lata Russlandi er svartkjaftur. Í 2022 avtaluni lótu Føroyar Russlandi 75.000 tons av svartkjafti, 13.300 tons av makreli og 9.200 tons av sild; hesin fiskur verður sum høvuðsregla fiskaður í føroyskum øki, men føroyskir myndugleikar hava onkuntíð givið russiskum skipum loyvi at fiska ein part av kvotuni í altjóða sjógvi. Afturfyri fingu Føroyar 15.365 tons av toski, 1.343 tons av hýsu, 900 tons av flatfiski og 2.500 tons av rækjum frá Russlandi.

Tengt at hesi avtalu er fiskiveiðuavtalan, sum Føroyar gera við Noreg á (nærum) hvørjum ári. Føroyar og Noreg hava avtalu, sum merkir, at føroysk skip kunnu fiska eina kvotu av toski og hýsu í norskum sjóøki, umframt atgongd til at fiska ein part av kvotuni, sum Føroyar hava fingið í avtaluni við Russland, umframt nøkur tons av botnfiski undir Føroyum. At Føroyar eisini hava avtalu við Noreg hevur týdning niðanfyri, tá vit skulu rokna avreiðingarvirði.

Á myndini niðanfyri eru tonsini sett upp fyri botnfiskin, sum Føroyar hava fingið (íroknað rækjur) og uppsjóvarfiskin, sum Føroyar hava latið afturfyri í avtaluni við Russland.

##med2##

Myndin vísir, at síðani 2012 hava avtalaðu kvotanøgdirnar verið rættuliga støðugar í tonsum. Í 2011 var serliga støða, tí føroyska svartkjaftakvotan tað árið var bara 10.000 tons, og meginparturin av kvotuni varð latin Russlandi í kvotuumbýti. 

Hóast kvotan, sum Føroyar kundu lata, minkaði nógv, var føroyska kvotan í Barentshavinum óbroytt. Vanliga er tað so, at kvotan í Barentshavinum fylgir lívfrøðiligu ráðgevingini fyri fiskiveiðu í Barentshavinum, og føroyska kvotan fylgir samlaðu kvotuni, og av tí at kvotan í Barentshavinum í 2023 minkar 20 prosent, fer føroyska kvotan helst eisini at minka tilsvarandi. 

Hinvegin er ein stórur vøkstur í svartkjaftakvotuni í 2023 á 81 prosent, men Føroyar fara helst ikki at lata meira til Russlands av tí grund.