Vinkonurnar Ruth og Poulina. Skírisdag 6. apríl fyllir Ruth hjá Elektrikaranum 75 ár

Ruth hjá elektrikaranum 75

Skírisdag, 6. apríl í 1950 átti Jóhanna hjá el­ektrikaranum í Klaks­vík eina dóttir

Vinkonurnar Ruth og Poulina. Skírisdag 6. apríl fyllir Ruth hjá Elektrikaranum 75 ár

Frammanundan átti Jó­hanna tríggjar dreing­ir, Reg­in, Eyð­un og Mikkj­al. Tað skerdi gleð­ina, at húspápin, Rud­olf Jo­en­sen, ið hevði in­stall­a­tør­virki í bygdini, jóla­dag í 1949 doyði á  Hosp­i­tal­inum í Havn einans 38 ára gamal. Tað er ógjørligt at seta seg inn í støðuna hjá kjarnu­fam­ilj­uni, ið so meint varð rakt.  Jó­hanna og maðurin vóru ikki klaks­víkingar, - hon var av Tvør­oyri og hann sør­ving­ur. Í so máta eingi ætt­a­r­bond at lofta teimum í bakk­­a­st­inum. Hjúnini vóru í bestu árum, birg og nógv um­hildin í tí rúk­andi vøkstri, ið var rundan um tey. Virk­is­føra fyritøkan hjá Rud­olf Joensen var í snøgg­um bygningi, ið lá væl fyri  niðri við sjóvarmálan  á Bisk­ups­støð. Familjan búði í erva.  Smeit­in kann eingin seta seg inn í.

 

Jóhanna man hava ver­ið sterk og hyggin sum nak­­ar, tí virk­ið helt fram við dúg­lig­um starvsfólkum á tí tekn­­isk­a økinum, og sjálv stýrdi Jó­hanna tí fíggjarliga við hepn­­ari hond heilt inn í sjeyti árini. Hon var drív­megin og tók ábyrgd sum eins­a­mall­ur forsyrgjari við fýra børn­um.

 

Klaksvík var í støðugum vøkst­ri, og trivna og fram­gongd komst ikki uttanum. Jó­hanna hevði í veghæddini eis­ini handil við allari hugs­andi og eftirspurdari elvøru, lamp­um og bæriligum ljósa­krún­um.

 

 

 

Nýtið vit og skil,

 

læt fakmenninar koma til,

 

um galið er við ljós og hita,

 

so latið 5066 tað vita.

 

 

 

Hesa lýsingina minn­ast vit frá árliga Rukku­lakk­a­num, ið var eitt norð­oy­a­stevn­u­teiti.

 

Útróðrarflotanum var nógv ferð á umframt trol­fisk­i­s­kapi. Harav stóðst  rív­i­ligt virksemi á sjógvi og landi. Fólka­talið  trilkaðist skjótt, og mentunar- og vinnu­liga vóru munagóð fram­brot.

 

Nýfødda gentan hjá Jó­honnu og Rudolf fær á dóps­degnum nøvnini Ruth Jó­hanna eftir foreldrunum. Og nú kann hon halda sín 75. føð­ingardag í Danmark, har Ruth leingi hevur búð.

 

Í barnaárunum var Bisk­ups­støð­býl­ing­ur­in skjót­ur at fara um. Bara Bisk­ups­støð­brekk­an skilti okkum.

 

Áðrenn skúla­aldur høvdu vit fel­ags­skap við neyt­ini í fjósi­num, kal­kun­ir­nar og allan fenaðin hjá Hans bónda og malaríið niðri í fjør­uni. Allastaðni uddi við børn­um. Heimari búði Katr­in hjá Sám­al, ið var nakað eldri enn vit. Hon hevði gott tak á okkum, tá vit vóru í ov so bráðar niðri í fjør­uni.

 

Vit byrjaðu í sama 1. flokki, og mynduga Betti Høj­gaard var flokslærari øll barna­skúla­ár­ini. Tá vóru søt­liga upp í 30 børn í hvørj­um flokki – a, b, c og d. Skúl­in kundi als ikki hýsa øllum – komm­un­an fekk ikki fylgt við títta barn­a­tal­i­num. Vit ferð­að­ust tí millum Gamla Skúla, Tekn­iska Skúla og KFUM & K. Tað gekk eisini. Hetta vóru treyt­ir­nar okkara fyrstu 3 - 4 skúla­ár. Veit ikki, um nakrar eftir­met­in­gar eru gjørdar um trivn­aðin tá, men mær tykir, at vit høvdu tað fínt. Tað prógv­ar trúfestið, ið hevur ver­ið millum allan tann stóra árgangin, sum fór í skúla fyrstu ferð í aug. 1957.

 

Tað lá væl fyri hjá Ruth í skúl­anum. Hon var sera gløgg. Hetta var tíðin, tá skúl­in legði dent á at duga nógv utt­anat.  Katkismus, bí­bil­søgu, sálmar, sangir, kvæði, kongarøðina og dansk­ar býir lærdi hon raðið eft­ir lítl­ari løtu. Haldi eisini, at vit kappaðust eitt sindur um, hvør skjótast dugdi kvæða- ella sálmaørindið. Í skúl­a­num nappaðu vit av okk­ara heimabundnu, fag­ur­littu troyggjum og løgdu “nappið” vandaliga mill­um bløðini í lesibókini. Og so vóru tað fellibøkurnar við glans­bí­løt­um úti í skúla­garð­i­num, ið var heilt van­ligt mill­um genturnar, með­an dreing­ir­nir leikaðu í og troðk­­að­­ust í fríkorterinum. Og vit hildu okkum til so gott sum alt. Tá jólamaðurin fekk lið­­a­gikt, ja, so vórðu vit bidn­­ar at spæla við. Hetta var jóla­leik­ur í skúlanum í 1961.

 

Kanska tí, at vit lærdu skjótt uttanat. Var barn­a­film­ur í Atlantis bio sunn­u­­dag seinnapart, ja, so sótu vit har. Ikki tí, vit gingu ­eis­ini í sunnu­dags­skúla og kirkju og gingu trúliga til jóla­træ bæði í Emmaus og KFUM & K. Keddu okkum ong­an­tíð. Mánadag kl 17 gekk leiðin í bindiskúla á Vágs­heyg­num. Í øllum veðri, um kavin rakk okkum til kníggja ella hvirlurnar gingu hvassar á okkum, so møttu vit í Emmaus. Har lærdu vit allarhelst at binda  “ord­i­liga”. Minni, ið vit mang­an taka fram, um hvussu skipað tað var við øllum gent­u­ó­vit­u­num, ið komu úr øllum herðas­horn­um í bygdini. Eldri, blídl­igar konur tóku eygu upp, sum vit mistu, tolnar, og vit tagdu og bundu frið ta løt­una.

 

Hjá elektrikaranum var klav­er í stovuni og eisini hjá okk­um. Vit klimpraðu nógv og sungu, tá eitt høvi var, og okk­urt dugdu vit at spæla í felag. Tá Richard Dans hevði dansiskúla fyri børn í Atlantis bio, vórðu vit tilmeldaðar, og sein­asta dansikvøld dans­aðu vit í hvítum, stív­að­um struttskjúrtum og dreing­ir­nir í hvítari skjúrtu og feit­asta bryllkremi.

 

Frida Petersen hevði gent­u­kór, og har vóru vit sjál­vandi eisini. Vit vandu við orglið í nýggju og prýðiligu Christ­ians­kirkjuni. Seinni tók Sám­al Júst Dahl yvir syngj­andi genturnar. Eitt tað seinasta minni, eg havi,  er, at vit sungu til mid­nátt­ar­sam­komu á norðoyastevnu “Gut­en Abend, gut Nacht”  fleir­radd­að í náttarkvirruni. Kanska tað var í 1964.

 

##med2##

 

Bygdin var í okkara upp­vøkstri, sum Bernhard Brim tekur til, í nørandi gróðri. Øgilig ferð og fram­brot og ein uppliving av teim­um heilt stóru, tá ein ný­mót­ans klædnabúð læt upp í granna­lagn­um hjá okk­um. Har sóu vit danska skemtaran Os­vald Helm­uth í onkrum flott­um tweed­jakka geva klaks­víks­børn­um autograf við mynd av sær sum “Jeppe på bjerget”. Eis­ini sást Fríðrikur kong­ur har í túninum fara inn í Klædn­a­búðina við konga­ligum fylgi. Og vit fingu ta prýðiligu Pride við hent­leik­um, ið ikki kendu sín líka sam­an­borið við bláu rull­u­bukkuna Britons Pride. Lín­u­bátar komu flaggskrýddir inn um Klakkin, ein fyri og ann­ar eftir. Nýggj kirkja vígd,  skúli, nýtt apotek, post­hús, tunnlar norðurum fjøll, flakavirki, ítróttarhøll osfr.

 

Eftir barnaskúlan tóku tey trý realskúlaárini við. Tá tað var frá hondini í 1967, fóru vit eina ógloymandi skúla­ferð við flokkinum til Íslands. Ein ferð, vit mang­an umrøða. Í viðføri høvdu vit føroysku klæðini og dans­aðu so lystiliga Reg­in smið, ið ivaleyst var eitt krav í føroyskum til enda­prógv í realskúlanum Vit gloyma ikki vitjanina í grann­a­tjóðini fyri vestan nakr­an­tíð. Samanhaldið stend­ur við hjá okkum, ið eftir eru.

 

So kom ein tíðarvend. Sam­an­haldið í flokkinum vikn­aði natúrliga. Vit fóru í læru úti og heima. Okkum báð­um untust nøkur fá ár í høv­uðs­sta­ðnum. Tú fórt so burt­ur men kom heimaftur og tók lær­ar­a­prógv á Føroya Lærara­skúla í 1980. Eg hevði tá ver­ið lærari í nøkur ár. Tú und­ir­vísti sum lærari í Dan­mark í góð 30 ár og ert nú bú­sit­andi í Sakskøbing. Tú gekk høgt upp í skúlayrkið og ikki minst upp í tað fak­felag­s­liga.

 

Tær dámdi illa danska skúla­reformin í 2014, men læt standa til, tí tú tá ætl­aði tær at gevast.  Nú eru vit báð­ar komnar so mikið langt á­vegis á lívsleiðini, at vit njóta samskiftið regl­u­liga á net­i­num og síggj­ast hvørja ferð, tú ert heima og mang­an saman við øðrum frá barna­skúl­a­num. Heima ert tú nakr­ar ferðir um árið.

 

Tað hev­ur verið ein frægd at fylgt við, hvussu vanda­­liga tú hevur sett í stand húsi­ni í Sørvági, ið hava verið í familjuni so langt, tú minnist. Tú hevur tað ikki frá fremmandum at skipa fyri. Her hevur tú havt seiggið, sum bulurin í fam­ilj­uni, Jóhanna hjá elek­trik­ar­a­num.   Stundandi móti teim­um sjeyti fírdi tú ikki fyri at fara í holt við pro­jekt­ið. Hóast tað sá møtimikið út við hvørt, so beindi tú allar forð­ing­ar av vegnum og hev­ur nú títt egna at koma til har vesturi. Og har eru skyld­fólk sjálvandi. Men tað í Sør­vágii tekur einki frá heim­stað­num. Vit hava gingið nógv “memory lane” aftur sein­astu árini - í fjøruni, brekk­u­num, skúlanum og ikki at gloyma úti í Grøv. “So øvugt alt”, plagar tú at taka til, “sakni at sigla inn eftir vágni, men Borðoyarvík er eis­ini ein opinbering”.

 

Veit, at tú ert morg­un­fólk og hvønn morgun lurt­ar í út­varp­i­num niðri á Lol­landi. Fylg­ir við morg­un­lestri og syng­ur við sálm­a­sang­i­num við ong­ari sálmabók. Teir van­ligu sálm­ar­nar dugir man bara. Barn­a­lær­dómur, sig­ur hon.

 

Hjartaliga til lukku, góða Ruth. Tá eg seinast fylti runt,  endar tú heilsuna við: frá Ruth hjá eletrikaranum – klaks­vík­ingur forever. Eg veit, at tað ikki er nakað, tú bara sleingir út men veru­liga meinar. Og tað so rudd­i­liga.

 

Vit síggjast sjálvandi skjótt.

 

Polly

 

Vinkonurnar Ruth og Poulina. Skírisdag 6. apríl fyllir Ruth hjá Elektrikaranum 75 ár

Myndin tikin í juni í 1967