Nótaskipið Ruth, sum føroyingurin Gulak Madsen eigur, hevur í gjár landað størstu last av makreli, sum nakrantíð er landið í Danmark. Lastin telur samanlagt eini 2.400 tons.
Hans Jacob Petersen, skipari á Ruth sigur við danskar miðlar at so vítt hann veit, so er hetta størsta last av makreli, sum er landað í Danmark, Norra, Skotlandi og Føroyum. Nýggja Ruth, ið stutt síðan bleiv leverað til reiðaríið, hevur størri kapasitet enn gamla Ruth, ið nú eitur Norðingur. Hanus Hansen keypti gomlu Ruth.
- Tað er ein orsøk til, at Ruth hevur nógv betri møguleikar at landa eina last sum hesa, sigur Hans Jacob Petersen.
Harafturat eru eisini nógv betri møguleikar við størru orku og ferð, ið ger, at skipið siglir nógv betur og effektivari, sigur Hans Jacob Petersen.
Hans Jacob Petersen og Ruth settu eisini met í síðstu viku, tá teir landaður 2.150 tons av makreli í Egersund í Norra, sum er størsta last, ið nakrantíð er landað í Egersund.
Ruth hevur í ár landa umleið 7.000 tons av makreli.