Úrval 2018: Eitt herðaklapp til U21 HM-hetjurnar

(Rás2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Hilmar Leon Jakobsen og Teis Horn Rasmussen í ÍSF-húsinum

Føroyska U21-landsliðið í hondbólti fekk seinnapartin í dag eina góða viðurkenning fyri søguliga 16. plássið í HM-endaspælinum í Algeria í fjør summar.

Føroyska U21-landsliðið fekk 100.000 krónur frá Úrval 2018. Hilmar Leon Jakobsen og Teis Horn Rasmussen vóru møttir vegna U21-landsliðið at taka ímóti upphæddini.

HM-endaspælið stendur sum ein risastór uppliving hjá bæði Teis og Hilmari Leon.

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Hilmar Leon Jakobsen og Teis Horn Rasmussen í ÍSF-húsinum seinnapartin í dag.