Ørvur Thomassen 60 ár

Í dag 10. desember fyllir Ørvur Thomassen 60 ár

Hann er sonur Sunnevu f. Gøthe úr Norðagøtu og Michael Thomassen, sála (Mikk skómakarin) av Viðareiði. Tey bæði vóru asfaltføroyingar, sum føroyingar, innistongdir í Keypmannahavn undir krígnum - vóru kallaðir. Tað segðist um hesar útisetar, at tey kappaðust um at geva børnum sínum mergja føroysk nøvn.
Íkastið hjá Sunnevu og Mikk til hesa kapping var Ørvur, sum var teirra fyrstiføddi. Í dag eru helst nógvir Ørvar, men hann var sum smádrongur einnevndur í Klaksvík.

15 ára gamal fór hann úr skúlanum og til skips við Viðoynni til Grønlands. Longu áðrenn teir komu á fiskileið, tóku teir í ruskveðri manningina av einum portugisiskum fiskiskipi, ið hevði siglt á ein boða uttan fyri Føroyingahavnina við 84 monnum umborð. Tá var trongt í lugarinum á Viðoynni. 2 ár seinni var hann við Skálanes, tá hon brendi og sakk á Fyllabank. Aftaná sjómansháskúlan í Svendborg byrjaði Ørvur sum stýrimansnæmingur hjá MÆRSK. Væl mundi hann roynast, tí boð komu eftir honum at koma og sigla við frítíðarbátinum KLEM hjá sjálvum reiðaranum, navnframa Mærsk Mc-Kinney Møller. Har var hann eitt skifti, til hann byrjaði á sjómansskúlanum í Havn. Eftir lokið prógv var hann stýrimaður hjá DFDS fyrst við Prinsinum og so við England, ið tá sigldi uppá Føroyar um summarið.

Ørvur var verandi hjá DFDS, har hann gjørdist ein av yngstu kapteynunum. Og har er hann enn.

Nógv er broytt, síðani hann byrjaði at fiska í sjálvdrátti, har teir eisini skóru lippur, og at sigla úti meira enn 1 ár í senn uttan at sleppa heim, - og nú tey seinnu árini at sigla í fastari rutu millum Svøríki og Ongland 14 dagar í senn og so heim. Nú verður nærum flogið líka nógv, sum tað verður siglt.

Ørvur giftist Edith Lamhauge úr Vági, har tey settu búgv. Edith doyði í 1996. Í hjúnarlagnum eru tveir synir, Ronnie og Súni - annar samfelagsfrøðingur, og hin verður tað í næstum.

Seinni giftist Ørvur uppaftur við Karini Kjølbro. Tey bæði fylgdust í skúla í Klaksvík í 1950. Tey búgva á Argjahøvda. Tá tey ikki ganga í haga ella á fjøllunum, dámar teimum at arbeiða bæði inni og uttandura. Ikki er tað sørt, tað tey fáa á skafti.

Ørvur er í hesum døgum í Norðsjónum, men niðurteljingin er byrjað. Tá hann fer í land komandi summar, hevur hann verið á sjónum í 45 ár, og tá kann hann í øllum veðri sita fjálgur innandura og síggja hvørt einasta far, sum fer inn og út úr Tórshavnar Havn og fegnast um, at nú skal hann ikki avstað aftur. Vit ynskja Ørvi hjartaliga tillukku við degnum.