Bólkurin varð stovnaður í 1973, tá Michael Bundesen og Michael Hardingar til stuttleikar spældu eina danska parodi av Jailhouse Rock. Lagið fekk heitið »Fed Rock«. Dagin eftir at lagið var at hoyra á P3, har teir báðir arbeiddu, fingu teir tilboð frá PolyGram, sum vildi geva lagið út á eini singlu.
Hetta var byrjanin til eina tí størstu donsku succés-søguna innan danskan tónleik, tó at tey mongu fyrstu løgini vóru fyrsta útgávan mest sum bara innihelt danskar umsetingar og skrivingar av enskum løgum. Soleiðis komu Stærk Tobak (Twist & Shout) og Rap Jul (White Christmas) eisini frá teirra hondum.
Næsta fløgan var ikki størt øðrvísi, men tá alt fleiri bólkar fóru undir útgávur úr somu nichu umsetingunum skifti bólkurin hest. Fyrsta hittið, sum bólkurin sjálvur skapti við egnum midlum, var Hvalborg, sum var á Shu-bi-dua 3. Eitt lag, sum bar dám av countrytónleiki í eagles stíli. Ein stílur, sum eisini eyðkendi løg sum Vuffeli-Vov og Midsommersangen.
Bólkurin var longu stórur, men við fjórðu LP-útgávuni sprongdu teir øll mørk. Sum fyrsta danska útgávan nakran tíð rundaði sølutalið tey 200.000 eintøkini, og so byrjaði søguskrivingin av álvara. Í dag hevur Shu-bi-dua selt yvir 450.000 eintøk, og enn verða eintøk dag og dagliga langað um handilsdiskarnar.
Og síðani eru hittini bara rullaði eftir samlibandinum. Danmark, Midsommervisen, Minus til plus, Rom & Cola, Den Røde Tråd, Knuden, Sexchikane, We Wanna Be Free, Costa Kalundborg og mong, mong onnur hava ár eftir ár rúgvað upp á donsku radiohitlistunum. Íalt hevur talan verið um 18 serstakar útgávur, sum í besaat biografi-stíli eru navngivnar við nummarinum á útgávuni (undantikið fimta útgávan, sum eitur 78eren). Hartil er talan sjálvandi um uppsamlingar av ymsum lag, eins og teir í 2004 góvu út fløgu við Radio-orkestrinum.
Fólkaogn eru teir av álvara blivnir, og nú 33 ár seinni er bólkurin framvegis eins aktivur, sum hann altíð hevur verið. Og hóast tað nú bara er Bundesen, sum er eftir av originalu manningini, so er tónleikurin og stílurin framvegis tann sami. Reint Shu-bib-dua. Reint danskt. Reint fólksligt.