Nógv brosandi andlit vóru at síggja á farstøðini í Havn í gjár, men tann, ið mundi eiga eitt hitt breiðasta brosið, var formaðurin í Svimjisambandinum, Jon Hestoy, ið fegnaðist um at fáa svimjararnar heimaftur, samstundis sum hann sá fram ímóti næstu avbjóðingini.
– Vit sótu og tosaðu um tað á veg suður av flogvøllinum, at tað er ótrúligt, at Pál eftir níggju døgum kann taka norðurlendska metið á 1.500 metra teininum í frísvimjing, og síðani enntá betra tað tvær ferðir, segði Jon, ið longu beinanvegin hevði hug at skrúva tíðina ein mánað fram.
– Nú síggja vit fram til EM-kappingina í Istanbul í Turkalandi um fýra vikur, har hesir fýra svimjararnir verða við, umframt Kára J. á Høvdanum. Við Páli á odda stilla vit upp til EM við einum sterkum liði, so hvør veit, um vit ikki hittast aftur her um ein mánað ella so.
Jon Hestoy helt, at tað júst nú var ótrúliga stuttligt at vera formaður í Svimjisambandinum, tí tað gongur so væl og svimjingin er merkt av stórari entusiasmu. Samstundis legði hann dent á, at hetta ikki hevði borið til, um ikki almennu Føroyar hjálptu til við einari játtan til úrvalsítrótt.
– Í fjør var Pál við til eina World Cup-stevnu, sum var tann í Stockholm, men av tí at stuðulin nú er har, hevur í ár borið til hjá okkum at sent hann til tríggjar stevnur, bæði í Moskva, Stockholm og Berlin, umframt at hann hevur havt fysioterapeut við, sigur Jon Hestoy, ið vónar, at almennu Føroyar ikki sleppa her.
– Tað hevði verið deiligt at vitað, hvat vit kundu lagt til rættis eftir 1. januar komandi, men tað skuldi undra meg, um ikki nøkur oyru komu aftur tá, tí er tað nakar, ið hevur leverað fullan valuta fyri pengarnar, so er tað Pál.