Søguligur sigur í Giro d'Italia

Kanadiumaðurin Ryder Hesjedal skrivaði seinnapartin sítt navn í altjóða súklusøguna, tá hann vann ta stóru kappingina Giro d'Italia, tí hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at ein kanadiskur súklari hevur vunnið eina av teimum stóru kappingunum.

 

Kappingin endaði við einkultstarti í Milano í dag. Undan degnum hevði spaniumaðurin Joaquim Rodriguez 31 sekund betri tíð samanlagt enn Ryder Hesjedal (myndin), men í einkultstartinum hevði kanadiumaðurin 47 sekund betri tíð enn spaniumaðurin og vann sostatt kappingina við 16 sekundum.

 

Triðja pláss fekk belgiumaðurin Thomas De Gendt.

 

Ryder Hesjedal er av norskari ætt, sum eftirnavnið eisini gevur eina ábending um.