SÍ hevur vunnið seg í steypafinaluna hjá kvinnum við einum spennandi 3-2 sigri á KÍF.
Settmunurin var 26-24, 24-26, 25-18, 15-25 og 15-10.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Hilmar Jan Hansen gjørdi við Anniku Niclasen hjá SÍ.
2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Eyrith Hansen hjá KÍF.
3) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við venjaran hjá KÍF, Ragnar í Haraldsstovu.
4) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við venjaran hjá SÍ, Anniku á Stongum.
Umboðini fyri SÍ eru ovurfegin um at verða í einari steypafinalu. Tó eru átta ár síðani, at SÍ vann eina hálvfinalu, og tað ætla sørvágskvinnur at broyta uppá.
Umboðini fyri KÍF eru sera vónbrotin um enn ein taptan fimmsettara. Tey staðfesta, at KÍF er væl við í dystinum, men aftur vóru tær ikki nóg kaldar í teimum avgerandi løtunum.
HERber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum. Magnus Tausen, formaður í FBF var viðmerkjari. Hoyr Magnus Tausen taka samanum settini og dystin.