SÍ-kvinnurnar fingu gullið

Besta kappingarárið nakrantíð hjá kvinnunum úr Sørvági endaði leygardagin við, at spælararnir fingu gullheiðursmerki og FM-steyp. Og fyri fyrstu ferð nakrantíð er SÍ greipuvinnari í bestu kvinnudeildini

FLOGBÓLTUR

 

Í longri tíð hevði kappingin í Eikliguni hjá kvinnum bara snúð seg um, hvør fór at vinna silvur- ella bronsuheiðursmerki, tí kappingin um gullið var langt síðani liðug, áðrenn seinasta umfarið var spælt leygardagin.

Tá SÍ á heimavølli tann 22. februar vann 3-1 á Fleyr, var greitt, at føroyameistaraheitið aftur í ár fór til Sørvágs. Vikuna áðrenn høvdu somu feløg spælt steypafinalu, og tá vann SÍ eisini. Tí skriva kvinnurnar søgu, við tað at tær fyri fyrstu ferð eru greipuvinnarar.

Stór stig eru tikin hjá SÍ-kvinnunum hesi bæði síðstu árini, tí umframt at alt kom í pottin í ár, so vunnu tær í fjør fyrsta meistaraheitið í bestu kvinnudeildini og vóru eisini í síni fyrstu steypafinalu.

Eftir steypafinaluna tann 14. februar segði ein av eldsálunum í flogbóltinum í Sørvági, Jákup á Stongum, at við føroyameistaraheitinum í fjør og steypafinaluni í ár hjá kvinnunum var »sirkulin komin runt«, sum hann málbar seg.

– Tað er stórt, at kvinnurnar nú eru komnar upp á toppin. Vit vita, at tað kann vera so skjótt, at tað fer hinvegin, tí bygdin er ikki so stór. Alt fólkið er við í flogbóltinum, men tað eru jú ikki allir árgangir, sum kunnu geva okkum tað, hesin árgangurin nú hevur givið okkum, segði Jákup, ið kanska var heldur eyðmjúkur steypafinaludagin…

Skulu vit halda okkum til turru hagtølini, nú landskappingin er liðug, so undirstrikar stigatalvan eisini, at SÍ-kvinnurnar hava havt eitt framúr gott ár. Tær hava vunnið 18 dystir og bert tapt tveir, og tað rakk til 21 stig, umframt ein settmun upp á +27 – við 10 fleiri vunnum settum enn næsta liðið.

At hini eisini hava virðing fyri avrikinum hjá SÍ í vetur, var staðfest á gallaveitsluni leygarkvøldið, tá ársins bestu skuldu heiðrast, tí hjá kvinnum átti SÍ bæði ársins spælara, ársins hevara, ársins álopsspælara og ársins venjara!