Tann 25. januar, á Pálsmessu, kemur súlan í Mykineshólm. Soleiðis verður sagt og hetta stendur eisini eisini í ymsu kalendarunum.
Men tá vit ringdu út til Mykinesar á pálsmessu, høvdu tey onga súlu sæð, men ætlaðu at fara ein túr at hyggja seinni á degnum.
Tey sóu tó onga tann dagin. Men nú hava tey sæð súlu í Mykinesi. Onkur hevur sæð 4 súlur.
Tað er ójavnt, nær súlan kemur í Mykineshólm. Hon kann koma áðrenn pálsmessu, men eisini seinni. Tað er ikki altíð etir tí, sum stendur viðmerkt í álmanakkanum.
Ein forvitin og vakin lesari í Havn, sum strvast Yviri við Strond, ringdi til Sosialin og boðaði frá, at Yviri við Strond høvdu teir longu 8. januar sæð súlu.