Tað eru fleiri sløg av harðskapi, verður vanliga sagt, tá ið til dømis harðskapur í parløgum er til umrøðu. Tað er til dømis kropsligur harðskapur, tað er fíggjarligur harðskapur, tað er sálarligur harðskapur og tað er materiellur harðskapur, fyri at nevna nøkur.
Og nú heldur danska løgmálaráðið, at sálarligur harðskapur skal javnsetast við kropsligan harðskap. Tí hevur ráðið gjørt eitt lógaruppskot, sum nú verður lagt fram. Í tíðindaskrivi sent danskar miðlar sigur løgmálaráðið, at sálarligur harðskapur við nýggja lógaruppskotinum skal kunna revsast við upp til trimum árum í fongsli.
Hetta skal vera við til at undirstrika tær álvarsomu avleiðingarnar av sálarligum harðskapi. Danski løgmálaráðharrin, Søren Pape Poulsen sigur sambært Ritzau, at hetta skal senda eitt signal um, at sálarligi harðskapurin er eins ringur og tann kropsligi.
- Vit hava ikki dugað nóg væl at taka hond um hetta slagið av harðskapi. Vit hava sæð tey bláu merkini, men vit hava gloymt tey arr, sum eru á sálini og kanska stinga djýpri. Við nýggju lógarbroytingini í revsilógini senda vit eitt greitt tekin um, at sálarligur og kropsligur harðskapur er á jøvnum føti, sigur hann sambært Ritzau.
Ítøkiliga viðførir lógaruppskotið, at fólk, sum í eina tíð hava útsett onnur við tilknýti til sama húsarhald fyri sera niðursetandi ella krenkandi atferð, ella hava veitt fólki mein á ein sálarligan hátt, kunnu revsast við fongsulsrevsing upp í trý ár. Hetta verður hildið at hava jaliga ávirkan á bardagan móti harðskap móti kvinnum og børnum í Danmark. Lógaruppskotið verður lagt fram í morgin.
/ritzau/