Tormóður Stórá, lækni
???????????????????
Í farnu viku hevur útvarpið í tíðindasendingunum viðgjørt viðurskiftini hjá sálarsjúkum í Føroyum, har tos-að hevur verið við formannin í felagnum Sinnisbata og nýggja landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum. Hvør er tað sum skal meldast ? Hví verður nú sagt, at tað ikki er neyðugt at lata fleiri pengar til psykiatriska viðgerð og hví skulu vit bíða í trý ár eftir eini aðrari psykiatrilóg, tá málið kundi verið loyst skjótari og lættari ?
Hevði kanska ilt við at fanga tráðin í summum av tí, sum varð ført fram, og sat góða løtu eftir við spurninginum, um nú ?overdrivelsen fremmer forståelsen", ella øvugt. Veit ikki hvat hevur verið borið fram á nevnda norðurlendska fundinum millum feløg fyri sálarsjúk og avvarðandi, men at viðgerðarhátturin í psykiatriini í Føroyum skal vera av slíkum slagi, at hann hevur skelkað og at tað uppfatanin í grannalondunum, at tað eigur at verða "meldað", tykist mær ikki rættvíst. Tað er eitt sindur ógreitt hvat meint verður við, tá talað verður um viðgerðarhátt, men tá onkur ætlar at melda, so má hetta geva fólkið fatan av, at tað fyrigongur okkurt "kriminelt" í viðgerðini av sálarsjúkum her heima. Tað er burturvið at leggja eftir viðgerðarskipanini á tann hátt. Í sama viðfangi at samanlíkna viðurskiftini hjá sálarsjúkum í Føroyum við viðurskiftini í londunum eystanfyri, er so fullkomuliga burturvið, og hoyrir ongastaðni heima, - og vitnar um manglandi kunnleika til viðgerðarskipanina, antin her ella har.
Politiski áhugin
Tað hevur í fleiri ár á ymsan hátt verið arbeitt við at bøta um viðurskiftini hjá sálarsjúkum her heima, og tað fyriliggur eisini ein ætlan um hvussu hetta arbeiði kann gerast. Ein ætlan, sum avvarðandi politikarar hava tikið undir við, og sum eisini var grundarlagið undir aðalorðaskiftinum á Tingi í fjør. Tá formaðurin í Sinnisbata nú førir fram, at ongin politikari hevur víst hesum máli áhuga, so er tað ikki rætt - og ikki rættvíst móti teimum politikarum, sum seinastu árini hava víst hesum máli bæði áhuga og ans, og eisini hava tikið stig til at fáa viðurskiftini at glíða rætta vegin. Tað eru gjørd tiltøk at bøta um viðurskiftini hjá teim sálarsjúku, og tað gongur fram á leið, um enn ikki so skótt, sum ynskiligt er.
Formaðurin í Sinnisbata setur sítt álit á, og fegnast um, at nýggja samgongan hevur felt í samgonguskjalið, at nakað skal gerast við hesi viðurskiftini. Her er vert at minna á, at tað er ikki nakað nýtt. Undan-farna samgonga hevði hetta eisini í sínum samgonguskjali (allarhelst fyri fyrstu ferð, at sálarsjúk tá vóru nevnd í einum samgonguskjali).
Ætlanir skulu fylgjast
Samstundis, sum vit fegnast um, at pyskiatriska økið verður nevnt í nýggja samgonguskjalinum, so skulu vit eisini halda fast í, at tað sum verður nevnt, er at strembast skal eftir, at tilmælini í álitinum um Heildarpsykiatri skulu fylgjast.
Tí undrar tað enn meira, at formaðurin í Sinnisbata síðani kemur við útmeldingum um, at "tað handlar ikki um at leggja pengar afturat", - at tað ikki verður neyðugt við meiri peningi, men at pengar bara skulu flytast av einum øki í eitt annað. Tað hevur alla tíðina verið ein av fyritreytunum, sum semja hevur verið um, at tað er alneyðugt at tað verða latnir fleiri pengar, um tað skal bera til at skipa eina framsókna psykiatri í Føroyum. Sinnisbati hevur eisini verið við til at gera álitið um Heildarpsykiatri. Meldingarnar um, at loysnin er, at nøkur fá eru innløgd og restin skal viðgerast á eini skaðastovu á psykiatrisku deild, er heldur ikki í tráð við álitið. Tað verður beinleiðis farið frá skaðastovutankanum av orsøkum, sum eru útgeinaðar í álitinum.
Psykiatri er meira enn bústaðir
Í innsløgunum í tíðindasendingini kundi fáast tann fatan, at bara teir sjúklingar, sum eru "strandaðir" á psykiatrisku deild fingu nakað at búgva í úti í býnum, so var málið loyst. At so talið av hesum sjúkling-um vaks úr 40 upp í 70 eftir lítlari løtu, var allarhelst eitt ótilætlað mistak.
Tað er tó vert, heilt stutt at vísa á, at sjálvandi er umráðandi at fáa loyst viðurskiftini hjá hesum sjúklingum, men at tað bara er ein lítil brotpartur av teimum, ið tørva psykiatriska viðgerð, sum eisini hava tørv á serligum bústaði. Ein partur av menningini av viðgerðarskipanini er eisini at skapa eitt viðgerðartilboð til tey, sum ikki fáa tað í dag.
Tað fyrigongur eisini nógv dygdarmenningararbeiði í viðgerðarliðnum. M.a. er farið undir eina eftirútbúgvingarrøð á psykiatriska deplinum, verkætlanir við t.d. sjúkuundirvísing eru settar í verk og arbeitt verður við fleiri tiltøkum í fleiri liðum. So tað hendir nakað tann rætta vegin.
Onnur psykiatrilóg
Tað er eisini at frøast um, at nýggi landsstýrismaðurin vísir málinum stóran ans og er hugaður at fylgja setninginum. Meldingin er nú, at um eini trý ár, so hava vit eina nýggja psykiatrilóg at halda okkum til. Spurningurin er bara, um tað er neyðugt, at tað skal ganga so long tíð? Landsstýrismaðurin kann hava rætt í, at tað kann verða óheppið at gera danska lógir til føroyskar, og tí hellir hann meiri til at vit skulu gera okkara egnu lóg á hesum øki.
Hetta var eisini nakað, sum var til viðgerðar, tá arbeitt var við álitinum um heildarpsykiatri. Hugsanin var fyri so vítt tann sama, at skapa okkara egnu lóg. Samstundis vóru vit greið um, at hetta fór at taka langa tíð og vera sera orkukrevjandi á ymsan hátt. Tað eru jú nógvir spurningar, sum stinga seg upp, løgfrøðiligir, etiskir, læknafrøðiligir, praktiskir, filosofiskir og annað við. Forarbeiðið til lógarbroytingina í Danmark seinast í 80unum tók nærum tíggju ár ! Alt var vent og snara, aftur og fram og umaftur. Hugt var eftir lóggávum í mongum londum. Farast skuldi frá tí lóg, sum er galdandi hjá okkum nú. Nýggja lógin var galdandi í knøpp tíggju ár, og varð síðani dagførd í 1999. Lógin er bert galdandi í Danmark, men kann setast í gildi í Føroyum við kongiligari fyriskipan og við teimum broytingur, sum eru neyðugar fyri at hon skal hóska til føroysk viðurskifti.
Djúpi tallerkurin
Tað er allarhelst neyðugt at brúka langa tíð til at venda hvørjum steini. Tá niðurstøður vóru gjørdar í ætlanini um heildarpsykiatri vistu vit, at tað var ein stór uppgáva fyri framman, og at arbeiðast skuldi á nógvum økjum, um náast skuldi á mál. Brúk var fyri øllum góður kreftum. Tí varð hildið, at vit kundu njóta gott av tí drúgva og neyva forarbeiðnum danir høvdu gjørt, og ikki brúka nógva góða orku og tíð til at "uppfinna tann djúpa tallerkin einaferð afturat", men heldur brúka orkuna til aðrar uppgávur í menningina av psykiatrisku skipanini her. Og so var vald pragmatiska loysnin um at mæla til at tillaga donsku lógina og seta hana í gildi her (nakað sum t.d. Sinnisbati hevur kravt gjøgnum mong ár). Kanska komu vit til hesa loysn, tí varhugin var, at sjálvt um vit fara at gera arbeiðið umaftur, so verður úrslitið neyvan serliga langt frá tí, sum longu fyriliggur.
UM skulu vit gera okkara heilt egnu lóg, so trúgvi eg neyvan, at ætlanin hjá landsstýrismanninum um at so hava vit nýggja lóg um trý ár, fer at halda. Tað tekur nógv longri tíð, um arbeiðið skal gerast ordiligt (og tað skal tað!) Samstundis hava vit tá brúkt eina rúgvu av orku til at koma fram til nøkunlunda tað sama sum onnur eru komin frammanundan, - orka, sum vit óivað kunnu brúka betri til annað. So kanska er vert at umhugsa hendan spurningin politiskt einaferð afturat. Og tað er sjálvandi ein politiskur spurningur, hvussu lóggávuarbeiði skal gerast.