Á einari síði hava vit heilsumálaráðharran, sum vil hava, at liðugtviðgjørd sálarsjúk fólk sleppa at flyta út av Psykiatriska Deplinum og inn í sambýlið fyri fólk við sálarligum avbjóðingum. Hinumegin stendur landstýriskvinnan í almannamálum, sum hevur fingið ábyrgdina av teimum 16 íbúðunum, sum á sinnið skuldi byggjast til hesi fólkini, men sum nú hevur latið upp ein bíðilista innan almannaverkið, so øll, sum standa har í dag kunnu søkja.
Stríðið millum Almannaráðið og Heilsumálaráðið byrjar at líkjast einum stríði um, hvør skal hava ábyrgdina av hesum fólkum, sum politiska skipanin hevur svikið í so nógv ár.
Annika Olsen hevur avgjørt, at ein visitatiónsnevnd skal taka støðu til, hvør av teimum, sum standa á bíðilista til sambýlið Eystan Heyg eru best skikkað til at búgva har, og hvørji passa saman til at búgva har.
Heilsuverkið í minniluta
Tað er landsstýriskvinnan, sum setir visitatiónsnevndina, og í nevndini sita fýra umboð, harímillum er Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á psykatriska deplinum - hann umboðar heilsuverkið, men sigur, at hann er í minniluta, tí hini umboðini eru frá almannaverkinum.
- Eg kann ikki avgera, at hesi 15 fólkini skulu búgva Eystan Heyg, tí um almannaverkið heldur, at tey skulu verða verandi á psykiatriska deplinum, so verða tey tað, sigur hann.
Tað, sum bæði Tormóður Stórá og nógvir løtingslimir sakna, er ein trygd fyri, at uttan mun til, hvør skal búgva Eystan Heyg, so verða tey fólkini, sum hava fastan bústað á Psykiatriska Deplinum flutt út úr sjúkrahúsinum og fáa eitt heim uttanfyri heilsuverkið.
Visitatiónsnevndin
Nevndin ið skal avgera, hvør er best skikkaður at búgva í sambýlinum, Eystan Heyg, er sett av Anniku Olsen, landstýriskvinnuni í almannamálum. Í henni sita:
Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum
Hallur Thomsen, Depilsstjóri í Menningardeplinum, Almannaráðið
Ingun Mohr Jacobsen, Depilsstjóri í Trivnaðardeplinum, Almannaráðið
Hermann Mortensen, Deildarleiðari Trivnaðardeplinum, Almannaráðið