Sálarsjúk skulu hava størri viðurkenning

Í dag fer tann stóra ráðstevnan fyri psykiatriskar sjúkrasystrar av bakkastokki. Yvirskipaða evnið verður familjan hjá tí sálarsjúka, og hvussu hon eisini verður rakt av sjúkuni. Endamálið er at vinna størri viðurkenning fyri sálarsjúkum

 

Árið í ár er Altjóða Sálarheilsuár. Tað hevur heimsheilsufelagsskapurin hjá Sameindum Tjóðum, WHO, gjørt av. Endamálið er at vinna størri viðurkenning fyri sálarsjúkum millum manna.

Sama endamál hevur norðurlendska ráðstevnan, sum byrjar í dag, hósdagin, í Norðurlandahúsinum. Tað er áhugafelagið FPS ? Føroyaksar Psykiatriskar Sjúkrasystrar ? sum skipar fyri ráðstevnuni. Sjúkrasystrar og onnur, ið fáast við hetta slagið av heilsurøkt, eru komin úr øllum Norðurlondunum at vera við.


Rakar øll

Tá ein persónur gerst sálarliga sjúkur, rakar tað alla familjuna. Hetta er yvirskipaða evnið, sum verður tikið upp til viðgerðar.

Familjan er mangan í stórari kreppu, tá ein persónur brádliga gerst sálarliga sjúkur. Men henni verða ikki givnar nóg stórar gætur, hóast hon eins og sjúklingurin hava tørv á serkønari hjálp.

Alneyðugt er, at støða teirra verður lýst sum ein veruleiki eins og allar aðrar sjúkur, sum kunnu raka okkum menniskju. Tað er eisini týdningarmikið, at viðgerðin ikki bara tekur støði í sjúklinginum, men eisini teimum avvarðandi, sum hava tørv á hjálp.

Vitan, fatan og álit eru lyklaorð, sum eru avgerandi fyri samstarvinum og um familjan gerst ein møguleiki at fáa bata ella ein forðan í at gerast frískur.

Ráðstevnan verður sett hósdagin í Norðurlandahúsinum. Jóhanna Andreasen, formaður í felagnum, fer saman við Janu H. Dalsgaard og Sámal Peturi í Grund at seta ráðstevnuna.