Navn:
Elin Petersen
aldur:
16 ár, gangi í 10 fl á Runavíkar skúla.
Bústaður:
Rituvík
Starvsvenjingarstað:
Berg hestar.
Hví valdi tú hettar staðið?
Tí mær dámi væl hestar. Eg eri von við at ríða, so eg helt at eg skuldi prøva hetta.
Hvat gert tú?
Møti kl. 8.00. Fóðri og gevi hestunum vatn. Strigli og til seinast sópi eg.
Næstan hvønn dag koma nøkur menningartarnað og ríða, tá leiði eg hestarnar runt. Eisini ríði eg sjálv.
Var hetta 1. ynski?
Nei, 1. ynski var Norrøna, 2 ynski var bóndagagarðin í Kirkjubø, og tá smekkaði eg bara til og fór her, men eg angri tað SLETT IKKI.
Er tað stutligt at vera her?
Ja, MEGA MEGA stutligt.
Um tú hevði fingi arbeið her, hevði tú tikið ímóti tí?
Ja, tað vænti eg, men so hevði eg eisni vilja búð í Havn.
Hvat heldur tú, tú gert í framtíðini?
Eg havi ikki hugsa so langt. Annað uppá hvat hendir í lívinum hjá mær.
Hvar hevði tú farið um tú ikki slapst her sum tú ert nú ?
Helst okkurt innanfyri dýr. Helst hestar (hehe). Ella hevði eg farið til skips við partrolarinum Stjørnuni úr Leirvík, pápi mín siglir við har.
Er tað 1. ferð at starvsnæmingar eru her?
Nei, eg veit um nakrar gentur, sum hava verði her, og sum eisni ætla sær aftaná meg.
Navn:
Bodil Simonsen.
aldur:
15 ár, gangi í 10 fl. á Runavíkar Skúla.
Bústaður:
Saltangará.
Starvsvenjingarstað: Tjaldurs Apotekið.
Hví valdi tú hettar staðið?
Tí eg var á Salong Tótu síðsta ár, so í ár vildi eg prøva okkurt annað. Sum t.d Tjaldurs Apotekið.
Hvat gert tú?
Eg prøvi næstan alt, seti vørur uppá pláss, eri í resepturinum, standi við skrankin, og taki royndir av ymiskum.
Var hetta tað 1. ynski?
Ja.
Hvar hevði tú farið um tú ikki slapst inn her?
Eg hevði eisini valt Sparikassan sum næsta ynski og Fóm sum triðja ynski.
Hvussu leingi er ?arbeiðstíðin? hjá tær?
Hon er frá 8.00-15.00, hvønn dag.
Er tað stuttligt at vera her ?
Ja, eg dámi tað øðiliga væl.
Navn:
Tórhallur Thomsen.
Aldur :
16 ár, gangi í 10 fl. á Runavíkar Skúla.
Bústaður:
Skopun og Rituvík.
Starvsvenjingarstað: Svimjihylurin í Havn.
Hví valdi tú hetta staðið?
Tí tað ljóðaði sera áhugavert og spennandi.
Hvat gert tú ?
Eg vaski svimjuhylarnar, og ansi eftir øðrum meðan tey svimja.
Og sjálvandi svimji eg sjálvur, 4 tímar hvønn dag.
Var hetta tað 1. ynski ?
Ja.
Hvar hevði tú farið um tú ikki slapst her ?
Eg hevði valt Tjaldri sum næsta ynski og Vaktar- og Bjargingartænastuna sum triðja ynski.
Er tað fyrstu ferð at starvsnæmingar eru her ?
Nei, nógv hava verið áðrenn meg, og eg vænti at nógv koma aftaná meg.
Hvussu leingi er ?arbeiðstíðin? hjá tær ?
Hon er frá 8.00 á morgni og til 14.00 seinnapart.
Er tað stutligt at vera her ?
Ja, tað er sera stuttligt at vera her.
Navn:
Tummas R.Olsen.
Aldur:
16 ár gangi í 10 fl. á Runavíkar skúla.
Búðstaður:
Rituvík.
Starvsvenjingarstað:
Per á Hædd.
Hví valdi tú hettar staði ?
Tí eg vildi prøva tað og tað ljóðaði sera áhugavert.
Hvat gert tú ?
Takið bíløt, eri á fundum og ymiskt annað.
Var hetta 1. ynski ?
Ja.
Hvar hevði tú farið, um tú ikki slapst inn her sum tú ert nú ?
Eg hevði valt 3-arin sum næsta ynski og eg hevði einki valt til triðja ynski.
Er tað fyrstu ferð at starvsnæmingar eru her ?
Tað veit eg ikki, men eg veit um onkran sum kemur aftaná meg.
Hvussu leingi er ?arbeiðstíðin? hjá tær ?
Frá 10.00 til 17.00.
Er tað stutligt at vera her ?
Ja eg dámi tað sera væl.
Um tú hevði fingið arbeiði her, hevði tú tikið ímóti tí ?
Ja, tað rokni eg við.
Hvat heldur tú, tú gert í framtíðini ?
Tað veit eg ikki, men hetta hevði verið nokkso stuttligt at gjørt.
Navn :
Annika S. Poulsen.
Aldur :
16 ár, gangi í 10 fl. á Runavíkar Skúla.
Búðstaður :
Saltangará.
Starvsvenjingarstað : Salong Tóta.
Hví valdi tú hettar staðið ?
Tí eg kundi hugsa mær at verði frisør í framtíðini, so eg prøvi fyrst hvussu tað er.
Hvat gert tú ?
Eg vaski hár hjá kundunum, feii og ruddi upp og tílíkt.
Var hettar tað 1. ynski ?
Ja.
Hvar hevði tú farið um tú ikki slapst her?
Tað næsta ynski var Berg Hestar og triðja ynski var Shop Inn á Glyvrum.
Er tað fyrstu ferð at starvsnæmingar eru her ?
Nei, fleiri havi verið áðrenn meg og eg rokni við at tað koma fleiri aftaná meg.
Hvussu leingi er ?arbeiðstíðin? hjá tær ?
Eg byrji kl. 9.00 um morgunin og eg eri liðug kl.17.00 seinnapart.
Er tað stuttligt at vera her ?
Ja, eg dámi tað sera væl.