Á Norðoyastevnu var munurin trý sekund, sum svarar til eina bátslongd. Kvinnurnar á Sílinum vunnu á Frúnni, og á Sundalagsstevnuni í Hósvík megnaðu kvinnurnar á Sílinum at endurvinna sigurin, og munurin var umleið tann sami, sum hann var í Klaksvík.
Kappingin var eina løtu rættuliga tøtt millum Sílið og Frúnna. Eitt sindur undan endaspurtinum var um reppið, at Frúgvin tók Sílið aftur, men so svaraði Sílið aftur, og í endaspurtinum vóru kvinnurnar hjá Havnar Róðrarfelag sannførandi.
5 mannafør kvinnur
1 Sílið 05:23.21
2 Frúgvin 05:25.05
3 Katla 05:31.09
4 Báran 05:31.09
5 Erla Kongsdóttir 05:32.03
6 Ritan 05:35.03
7 Teistin 05:36.04
8 Havfrúgvin 05:43.04
9 Blikur 05:45.11
1 Sílið 14
2 Frúgvin 12
3 Erla Kongsdóttir 8
4 Katla 7
5 Ritan 6
6 Báran 6
7 Teistin 4
8 Blikur 0
9 Falkur 0
10 Fípan Fagra 0
11 Havfrúgvin 0