Sílið setti trumf á

Undan ólavsøkuróðrinum var munurin frá Sílinum og aftur til Ørnina 7 stig. Tað vil siga, at reelt men ikki formelt var Sílið FM vinnari.

Í dag settu kvinnurnar á Sílinum trumf á. Sílið fekk góðar start, og síðani stýrdu tær róðrinum. Ørnin royndi nakrar ferðir at bjóða av, men so løgdu tær umborð á Sílinum meiri í, og so svam Sílið frá teimum úr Sandavági.

Í endaspurtinum var eingin ivi. Tær á Sílinum vóru ógvuliga sannførandi, og tá ið tær fóru um málið, var munurin meiri enn ein bátslongd.

FM sigurin til Sílið var tann fyrsti til Havnar Róðrarfelag, sum ikki hevur møguleika at vinna nakað annað FM heitið.

Í kappingini um triðja plássið var Ritan stinnari enn Fípan Fagra. Men tær úr Klaksvík vinna FM bronsukrónurnar aftanfyri Ørnina úr Sandavági, sum hevur vunnið silvurkrónurnar.

Ólavsøka 2007 - 5 mannafør kvinnur

1 Sílið 04:57.06

2 Ørnin 04:59.22

3 Ritan 05:02.20

4 Fípan Fagra 05:03.23

5 Frúgvin 05:04.10

6 Teistin 05:07.00

7 Jallurin 05:16.02

8 Blikur 05:19.19

9 Erla Kongsdóttir 05:25.16

Støðan í FM - 5 mannafør kvinnur

1 Sílið 42

2 Ørnin 33 1G

3 Fípan Fagra 28

4 Frúgvin 24

5 Ritan 16 1G

6 Teistin 10

7 Jallurin 1

8 Blikur 0

9 Erla Kongsdóttir 0 1G