Sílið svam seg til sigur

5-mannafør dreingir: FM kappingin er víðopin millum tveir bátar í høvuðsstaðnum

Tað var framúr spennandi kapping, tá ið 5-mannaførini við dreingjum kappaðust á fjarðastevnu í Vestmanna.

Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørri legði bragdligast fyri, men tað var skjótt, at hann fekk fylgi av tveimum bátum hjá Havnar Róðrarfelag. Drekin var fyrsti avbjóðari, men tá ið málið var hálvrógvið, dovnaði hann, og so var tað Sílið, sum legði uppá síðuna av Jallinum.

Blái Jallurin og hvíta Sílið fóru stavn um stavn skúmandi fram ímóti málinum. Í síðstu tøkunum munaði tað eitt vet betri hjá teimum umborð á Sílinum, sum var rongina undan Jallinum.

 

Harvið er FM kappingin púra opin millum Jallin, Sílið og Drekan soleiðis, sum tað sæst í yvirlitinum niðanfyri.

 

1 Sílið 05.09.41

2 Jallurin 05.10.27

3 Drekin 05.12.39

4 Royndin Fríða 05.15.08

5 Firvaldur 05.19.43

6 Silja 05.21.16

7 Ørnin 05.25.21

8 Ingibjørg 05.25.40

9 Tjaldrið 05.28.12

10 Heykur 05.31.21

11 Havfrúgvin 05.34.15

 

FM støðan

1 Jallurin 30

2 Sílið 29

3 Drekin 29

4 Royndin Fríða 18

5 Silja 8

6 Tjaldrið 7

7 Ingibjørg 5

8 Ørnin 2

8 Firvaldur 2