Sólin sá á Faroe Pride

Árliga tiltakið hjá Faroe Pride hjá LGBT fór fram í sól og góðveðri og eini 5000 fólk tóku lut í gonguni, sum endaði við góðari konsert í Tórsgøtu


LGBT, felagið fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar í Føroyum, hevði tann 27. juli skrúðgongu og konsert í Havn, sum endaði við tónleikafagnaði í Tórsgøtu.

Stór mannfjøld savnaðist um tiltakið hjá LGBT.

Tá litríka gongan kom oman í Tórsgøtu spældi Eivør á pallinum við Hotel Tórshavn. Síðani setti Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, tiltakið.

Tróndur Vatnhamar, skemtiligur pallvertur, hevði síðani eina røð av fremstu tónleikarum í landinum at bjóða stóru fjøldini, ið stuðlaði tiltakinum..

Dánjal og Búi frá Ævintýraferðini komu á pall og síðani kom Reykjavíkar Gay Choir á pall.


Litríkur borgarstjóri

So kom gestarøðarin.

Ongin minni enn borgarstjóri Reykjavíkar, Jón Gnarr, helt gestarøðu.

Og tað var av sonnum ein litríkur borgarstjóri, ið kom á pall. Íklæddur ljósarreyðan klædning og sólbrillur hevði Gnarr røðu, ið hann hevði við sær á i-pad, men sum var umsett til føroyskt og býtt út á pappíri og býtt út til áhoyrarafjøldina.

So komu 200 á pall og teimum á baki Mike, ið hevði klaversnillingin Kim Hansen við sær. Ólavur Eysturdal helt røðu vegna LGBT og fegnaðist um stóru luttøkuna.


Nalja

Frálíkur tónleikur í góðveðri sermerkti tiltakið.

Heilt stóra løtan kom at enda, tá bólkurin NALJA kom á pallin. Tá vóru ung sum gomul í einum hópi. Sjeikurin og aðar landaplágur av útgávini, ið hevur eini 24 ár á baki, ljómaðu í Tórsgøtu, og settu eitt virðiligt punktum.

Men endaligt punktum bleiv sett við tí, sum mong meta sum besta ólavsøkusangin nakrantíð, nevniliga sangurin, har Elin og Kári syngja um deiligu ólavsøkuhavnina.

Staðfestast kann, at sólin skein, meðan tiltakið fór fram, men ólavsøkuveðrið hevði hug at gerast meira váttligt. Ólavsøkukonsertin byrjaði á sama palli stutt eftir, men tá høvdu grá skýggj savnað seg saman, og tað byrjaði at sirma og og síðani regna.

Síðstu tónarnir á LGBT konsertini ljóðaðu fríggjakvøldið 27. og litríka fjøldin náddi heim í ymsar ættir, innan regn av álvara gjørdi um seg í Havn á Ólavsøku á kvøldi 27. juli 2012.






Kanska NALJA 2


Elin og Kári høvdu góða manning við sær á pallin á ólavsøku, tá tey spældu á palli fyri fyrstu ferð í 22 ár. bróðurpartin av PLÙMM manningini var aftanfyri, tá Elin og Kári fóru á LGBT-pallin fríggjakvøldið 27. juli.

Dagfinn Olsen

[email protected]


Frálíka útgávan, sum hevur 24 ár á baki, er fólkaogn. Men onki hoyrdist aftur frá bólkinum NALJA.

Elin Heinesen og Kári Jacosen, oddafólk í NALJA, eru ikki avvisandi, tá talan er um eina møguleiga útgávu afturat frá NALJA.

Ætlanin var at geva eina NALJA útgávu afturat út í 1992, men kreppan tá gjørdi av við hesa ætlan. Ymsir sangir komu tó út á bandi við Kára Jacobsen og Eyðfinni Jensen, og vit kenna m.a. sangin um stórusystir og lítlabeiggja.

Men spurd, um ein NALJA 2 útgáva er nakað ein kann vænta sær, siga bæði Elin og Kári, at hetta er als ikki ómøgulig hugsan, nú samstarvið millum oddafólkini í NALJA er uppafturtikið.