Afturvendandi og sera vælumtókta sølustevnan í høllini á Skála ? SøluRásin, sum hon verður rópt ? verður hildin vikuskiftið komandi, 10. og 11. november Tað eru nú 10 ár síðan, at fyrsta sølustevnan var hildin í høllini á Skála. Tey eru tey fýra feløgini á vestara armi á Skálafjørðinum, Skála Ítróttafelag, Skála Róðrarfelag, StÍF og Strálan, sum standa fyri sølustevnuni, sum øll árini hevur verið sera væl vitjað.
Eitt, sum altíð hevur merkt SøluRásina, er, at feløgini, sum standa aftanfyri tiltakið, hava dugað sera væl at skipa undirhald saman við framsýningini.
Og soleiðis verður aftur hesaferð, har nógv ymiskt undirhald verður á pallinum hesar dagar.
Leygardagin, sum er dagurin, tá stevnan byrjar, fer barnakórið av Strondum at syngja, og tá fara eisini Sámal Ravnsfjall og Ronni Nielsen at syngja og spæla á pallinum.
Andras, sum spældi við Tónlist og Jónleif, geva eina fløgu út ein av fyrstu døgunum, og teir verða eisini á pallinum leygarkvøldið.
Hendan fyrsta dagin verða tvær mótasýningar, sum hevur verið fastur táttur á skránni.
Sunnudagurin, sum er hin seinni dagurin, hevur nógv at bjóða til undirhalds. Tá fer búktalarin Absalon Áargarð á pallin, og hetta plagar altíð at vera ein góð og stuttlig løta.
Trølla Pætur, Trølla Omman og Ommudidd fara eisini at undirhalda sunnudagin, og hetta er undirhald bæði fyri børn og vaksin.
Tónleikur verður sjálvandi á skránni sunnudagin, tá vælkendi Jens Marni Hansen spælir á pallinum.
Sunnudagin verða eisini mótasýningar.
Uppi í bygdasalinum verður stórt vørutombola seinnapartin sunnudagin.
Bæði leygardagin og sunnudagin verður drigið um vinningar millum seld atgongumerki fyri hvønn dagin.
Við tað, at SøluRásin í ár hevur 10 árs jubileum, verður eisini drigið um tríggjar størri vinningar - tríggjar kekkar á 5.000 krónur.
Hetta merkir, at drigið verður tríggjar ferðir um stóru vinningarnar, og tað verður millum øll seld atgongumerki báðar dagarnar.