Sámal Kragesteen 85

Leygardagin 18. oktober fyllir ein kendur havnamaður 85 ár.

Tað er Sámal Kragesteen, sonur Hjalmar Kragesteen og Ane Sofie, fødd Debess, dóttir Laurits í Mortanstovu. Sámal er giftur við Súsannu (Sannu), fødd Debes, dóttir Sámal Debes á Oyri. Tey hava trý børn: Fróðu, Hera og Sofiu.
Sámal vaks upp á Krákusteini, kletturin har kráku- og ravnsnev einaferð vórðu brend, og sum hevur givið navn til børnini hjá Samuel F. Samuelsen, abba Sámal. Kletturin er ikki til longur, er sprongdur burtur, og liggur onkustaðni undir kajuni niðanfyri húsini har tey búgva við Vaktarhús-gøtu. Liviumstøðurnar í millumkrígsárunum hava ikki verið lættar hjá barnaríkum familjum í Havnini. So Sámal lærdi, sum so mangur annar, tíðliga at vera vera við til at fáa mat og pening til vega til heimið. Og hevur tað merkt, at hann hevur lært at fáast við tað, ið hevur við sjógvin at gera, at taka á seg alt fyrifallandi arbeiði og at brúka og menna tað hegni, hann hevði.
So Sámal er kendur sum sera dugnaligur útróðararmaður. Harumframt sum ein, ið ongantíð hevur fírt fyri at taka arbeiði á seg. Men kanska serliga er hann kendur sum stak hegnigur húsasmiður og timburmaður annars, tí hendurnar hevur hann góðar. Hann hevur staðið í læru hjá Stephansson sum timburmaður, og hevur arbeitt sum so í nógv ár bæði hjá Danberg & Joensen og ikki minst hjá Lamhauge & Waagstein, tvey av mongu byggjufeløgunum í Havn, ið ikki eru til longur. Sámal var eitt stutt skifti eftir kríggið í Íslandi og arbeiddi, og sigldi eftir tað, til seinast í fimti árunum, sum fýrbøtari við trolaranum Kalsevni. Uppilagstur arbeiddi hann sum timburmaður í nógv ár til hann gavst við tí, og fór á lagrið hjá Leif Mohr at arbeiða, har hann var, til hann fór frá vegna aldur. Men alt hevur ikki bara verið arbeiði. Sum rættur havnarmaður, saman við øðrum góðum fólkum, var hann við til at seta B-36 á stovn, og man í dag teljast millum teir fáu, ið eru eftir av tí ættarliðinum.
Sámal er burturstaddur á føðingardegnum. Hann heldur dagin saman við børnum, og abba- og langabbabørnum.