Sámal Toftanes í Ribarhúsi

Leygardagin kl. 15 letur leirvíksmálarin, Sámal Toftanes, upp málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði

List

Listamálarin, Sámal Toftanes í Leirvík, letur leygardagin, 2. november, upp
málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Við á framsýningini hevur hann
umleið 25 málningar, sum hann serliga hevur málið seinastu tríggjar mánaðirnar.
Sámal er ein vælumtóktur, nattúralistiskur málari, og hetta sæst eisini aftur á
málningunum, sum ímynda bygdaløg, landsløg og menniskju í ymiskum støðum. Onkur
hendinga málningur fer kanska eitt sindur út í tað abstrakta.
Í sínum starvi sum listamálari, er 57 ára gamli leirvíkingurin nógv knýttur at
árstíðini, og litríku málningarnir hesaferð ímynda í stóran mun heystið. Heildin
er serstakliga vøkur, og ljósspælið ? ella mótljósið, er ríkt og fjøllbroytt.


Tónleikur og hugleiðingar

Framsýningin letur upp leygardagin kl. 15, tá fernisering verður. Brøðurnir,
Høgni og Bárður á Lakjuni, fara at undirhalda við tónleiki og Jóannes S. Hansen,
sum eisini er listamálari og hevur verið ein góður stuðul hjá Sámali, fer at
hugleiða.
Í 1989 var Sámal fyrstu ferð við á eini málningaframsýning. Hetta var árliga
framsýningin hjá Lions Eysturoy, men síðan hevur hann eisini verið við hvørja
ferð. Síðan 1997 hevur Sámal verið við á ólavsøkuframsýningini, og tvær ferðir
hevur hann verið við á várframsýningum, umframt í Smiðjuni í Lítluvík. Í
Føroyahúsinum í Keypmannahavn og í Hjørring á Jútlandi hevur hann eisini verið
við sínum málningum.
Framsýningin í Ribarhúsi verður opin hvønn dag fram til 17. november kl. 18.
Leygardagar og sunnudagar verður opið frá kl. 14-18, og vanligar gerandisdagar
um somu tíð, sum handilin í húsunum er opin.
Sámal er ein nærlagdur og vælumtóktur málari, og málningarnir hjá honum eru
nógv eftirspurdir.