Símin hevur síðani á nýggjárinum í 2005 verið borgarstjóri í Nes kommunu.
Símin er ættaður av Nesi. Mamman, Hertha fødd Hansen, sum framvegis býr á Nesi, er ættað úr Gerðinum. Pápin var Daniel Jacob, sum var 93 ára gamalur, tá ið hann andaðist fyri tveimum árum síðani, var ættaður eystan úr Líð á Nesi. Hann var sjómaður og sigldi nógv sum motorpassari. Eftir at hann sum 74 ára gamalur legðist uppi, róði hann út við opnum báti, og tað gjørdi hann, inntil hann var farin av teimum níti.
Hertha og Dániel Jacob fingu fýra børn: Símin, Torleif, Johan og Elsibeth. Símin býr á Toftum, og hini búgva øll á Nesi.
Hugurin til sjógvin hevur altíð verið góður hjá Símini, sum bæði er bragdligur og fyrikomandi. Hann var bara ellivu ára gamalur, tá ið hann var snellitúr á Suðurlandinum við Vesturvík. Pápin var motorpassari á skipinum, sum Conrad Skaale var útgerðarmaður á. Eftir lokna skúlagongd arbeiddi Símin fyrifallandi arbeiði, og so var hann nógv burturi við línuskipum, eitt nú toftaskipunum Jógvan Norðri, Stapanum og Mascott. Í 1984 leyk Símin stýrimansprógv, so sigldi hann eitt ár við Mercandia reiðarínum, áðrenn hann fór aftur í skúla og leyk skipsføraraprógv í 1986.
Eftir at hava verið ísfiskatúr í Barentshavinum við Sancy, var hann tvey ár í Eystursjónum við trolbátinum Barinum, sum Vinjard Joensen, sáli, átti. Eftir at hava siglt í tvey ár við stykkjagóðsi við reiðaríi, ið hevði heimstað á Malta, var Símin í átta ár skipari við bingjuskipum hjá danska reiðarínum Elite shipping. Teir sigldu kring allan knøttin, men mest vóru teir í Fjareystri.
Tá ið Símin í 2000 gavst við siglingini á fjarleiðum, fór hann at sigla við brunnbátinum Víkingi. Á kommunuvalinum í 2000 varð Símin valdur í bygdarráðið fyri Nes kommunu. Hann varð afturvaldur í 2004, og síðani á nýggjárinum í 2005 hevur hann verið borgarstjóri í Nes kommunu.
Símin hevur altíð verið ítróttaráhugaður. Sum so nógvir aðrir dreingir á Skálafjørðinum gjørdi hann barna- og fyrstu unglingaárini fimleik í Støkk, og hann var ikki meiri enn 16 ára gamalur, tá ið hann kom á besta B68 liðið. Hann var við til at flyta upp í bestu deildina í 1980, og hann var stinnur miðverji, tá ið B68 í 1984 og 1985 vann fyrstu FM heitini í fótbólti.
Símin er framvegis eldhugaður B68 viðhaldsmaður, og í frítíðini hevur honum dámað væl at verið á floti.
Símin er giftur Ann-Britt fødd Danielsen og ættað av Fløtum á Strondum. Tey eiga trý børn:
Sigrun (1990), Dánial Jákup (1994) og Ari (1996). Í kvøld er opið hús í hugnaliga heiminum á Høganesvegi . J