##med2##
AB fekk ongan sigur í tveimum teimum fyrstu triðingunum av landskappingini í ár. Í 18 dystum hevur verið talan um 7 javnleikir og 11 tap.
Í dag tapti AB greitt 0-3 móti TB á heimavølli. Longu tá 30 sekund vóru farin var TB á odda.
AB – TB 0-3 (0-2)
0-1: Filip Obadovic (1.)
0-2: Poul Ingason (11.)
0-3: Filip Obadovic (57.)
Annar av venjarunum hjá AB, Símun Samuelsen staðfestir, at tað er ógvuliga sárt at verða aftanfyri áðrenn ein minuttur er farin av dystinum.
Símun Samuelsen er eisini vónbrotin av, at AB ikki hevur fingið størri úrtøku í dystunum móti liðunum, ið AB samanber seg við, sum TB og EB/Streymur.
Símun viðgongur, at tað sær ikki gott út júst nú, men úti í Vika eru teir við gott mót, og teir trúgva uppá verkætlanina teir eru farnir í holt við.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Símun Samuelsen aftaná dystin.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum hjá TB, og samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá TB, Dánjal Godtfred.