Símun dagsins maður í Keflavík

Føroyski miðvallarin Símun Samuelsen skoraði síðsta málið, tá ið Keflavík á heimavølli vann 3-0 á KR, og hann varð eftir dystin valdur til besta spælara á vøllinum. Beinanvegin í 2. hálvleiki varð tað greitt, at Keflavík fór at fáa øll stigini ímóti gestunum úr KR. Seinna umfarið var ein minutt gamalt, tá ið Keflavík økti til 2-0. Fyrra málið høvdu teir fingið í 3. minutti. Símun Samuelsen legði upp til fysta málið, og hann var málskjútti, tá ið Keflavík átta minuttir undan leikloki staðfesti trivaliga 3-0 sigurin. Símun var eisini nær við at økja til 4-0, áðrenn hann varð skiftur út fimm minuttir fyri leiklok.
Rógvi Jacobsen varð skiftur inn eftir steðgin, men tað var torført at vera álopsspælari hjá KR hendan dystin.