Máldur eftir einum føroyskum mátistokki hevur Símun Samuelsen roynt nógv í sínum fótbóltslívi. Hann flutti sum blaðungur úr heimbygdini í Vági til Gøtu at spæla fótbólt. Hann setir met, tá hann sum 17 ára gamal spælir sín fyrsta landsdyst. Eitt met, sum Ingi Højsted tekur bara fáar dagar seinni.
Sum 19 ára gamal fer hann til Íslands at spæla við Keflavík. Tað eru familjubondini til Íslands, sum gera skiftið møguligt. Símun vinnur steypakappingina, og í 2008 eru teir bara ein sigur frá at vinna meistaraheitið.
Í 2007 verður vábingurin útleigaður til Songdal – ella tað heldur hann. Tað er ikki fyrr enn hann stendur við sáttmálanum í hondini, at hann gerst greiður yvir, at talan allarhelst ikki er um fyrrnevnda felagið. Hann hevur tá bara minuttir at umráða seg í, tí flytingarvindeygað letur aftur.
Tað hava verið boð eftir honum úr Noregi síðani, men Keflavík vildi hava tríggjar milliónir krónur fyri kvika vongin.
Í 2010 kemur hann aftur til Føroyar at spæla fyri HB. Hóast forteyturnar við umstøðum, familju og arbeiði eru øðrvísi, enn tá hann sum 19 ára gamla fór til Íslands, so hevur hann ikki uppgivið dreymin um enn eitt útlandsævintýr, skuldi rætta tilboðið komið á borðið.
Øll spæla fótbólt
Símun er næst elstur av fimm systkjum. Petur Óli er elst og hevur eins og Sára, Jón og Edith Maria spælt fótbólt. Eisini foreldrini íðkaðu ítrótt. Pápin, Sámal, spældi sjálvur fótbólt, meðan mamman, Anna Maria, spældi hondbólt.
Í nærumhvørvinum búgva fleiri dreingir, sum eru javngamlir. Er tað ikki venjing á skránni, so spæla teir saman. Mangan er tað bólturin, sum er høvðusleikurin í spælinum.
Símun er millum teir góðu í heimbygdini. Sum fimm ára gamal tekur nábúgvin, Páll Augustinussen, hann við til eina venjing. Millum teir, sum venja við, eru Palli Augustinussen, sonur Páll. Teir eru nøkur ár eldri, men Símun er treiskur og roynir at vera við.
Fótbólturin fyllir nógv í ungu døgunum, men hóast Símun er millm teir góðu í heimbygdini, so er hann ikki bjartasta stjørnan í 85 árganginum.
Sum 16 ára gamal verður hann úttikin til føroyska U16 landsliðið, sum er í kapping í Føroyum. Millum leikararnar á liðnum eru Ingi Højsted, Gunnar Nielsen og Rókur av Fløtum Jespersen. Símun situr sum tann einasti á bonkinum allar dystirnar og allar minuttirnar.
– Eg minnist hvussu pínligt tað var, tí eg var millum teir eldru á liðnum, men slapp ongantíð inn, greiður Símun frá.
Hann er júst komin frá venjing, tá Sosialurin hittir hann á Hvonn. Símun hevur stóran áhuga fyri fótbólti, og tað fyllir eisini væl í prátinum. Bankakundaráðgevin er avslappaður at tosa við, og hann geiður íðin frá teimum nógvu hendinginum, hann hevur verið út fyri í fótbólti.
Vónbrotið á U16 verður skjótt skúgvað til viks, tí VB hevur eitt framúr dreingjalið. Í 2001 vinnur Símun Samuelsen gull í dreingjadeildini. Við á liðnum eru grannarnir Jónar Borg Dahl, Poul N. Poulsen og Birni Kærbech.
Árið eftir vinnur VB FM í unglingum. Saman við Símuni er eisini tann í dag so navnframi, Lukasz Cieslewicz við á liðnum. Símun er sjálvur liðskipari.
Krzysztof Popczynski er venjari, men annars eru umstøðurnar í Vági ikki tær bestu í ungu døgunum. Mangan hava bóltarnir ligið úti allan veturin, og tað eru ikki meiri enn 3-4 bóltar tilsamans. Hóast tað hevur VB nøkur gylt ár, har fyrsta liðið vinnur FM, meðan unglingar vinna eitt FM, og dreingjaliðið vinnur trý FM á rað.
Birni stendur eftir
Í 13. umfari í 2001 spælir Símun Samuelsen fyrstu minuttirnar í bestu deildini. Hann kemur inn móti bæði HB og NSÍ. Í næstseinasta umfari sita barndómsvinirnir og grannarnir, Símun Samuelsen og Birni Kærbech sum teir einastu á bonkinum hjá VB.
Liðið er á vitjan á Eiði, har EB/Streymur tekur ímóti. Jákup Martin Joensen leggur heimaliðið á odda, men við tveimum málum frá Birgiri Jørgensen stendur VB til at vinna dystin. Fýra minuttir fyri tíð kemur avgerandi málið. Marek Wierzbicki økir til 3-1. Sigurin er heima.
Leikandi venjarin, Krzysztof Popczynski, velur at skifta bæði Símun og Birna inn. Símun kemur á vøllin fyri Kára í Lágabø, men tá Birni skal inn til sínar fyrstu minuttir er okkurt galið. Tá Birni letur seg úr buksunum kemur hann í tankar um, at hann einki shorts hevur innanfyri. Tað liggur í skiftirúminum.
– Teir gera klárt til útskifting, men har er eingin maður. Tá Birni kemur út aftur úr skiftirúminum, bríkslar dómarin dystin av, greiðir Símun flennandi frá.
Birni spælir ikki í bestu deildini aftur fyrr enn í 2005.
Í 2002 gongur illa hjá VB. Símun fær bara tríggjar dystir á besta liðnum, sum endar nummar sjey.
GÍ og Krzysztof ringja
Tað ljóðar ikki sum ein kollvelting at skula flyta til eitt nýtt stað í Føroyum, tí landið hóast alt er so lítið. Men fyri 17 ára gamla Símun Samuelsen er tað ein kollvelting, tá hann í 2003 velur at fara til GÍ.
– Krzysztof ringdi og spurdi, um eg hevði hug at koma. Hann hevur altíð havt álit á mær, og tað hendir eisini eitt ella annað við tær, tá onkur vil hava teg, greiðir Símun frá.
Sum 17 ára gamal velur hann at taka av møguleikanum. Hann gongur í studentarskúla, men tað verður skipað soleiðis, at hann eftir ársskiftið kann flyta skúla til studentarskúlan á Kamsdali.
Í Gøtu býr Símun í eini íbúð á einum lofti. Hann trívist væl við fótbóltinum, og tað stendur ikki á at fáa at eta.
– Tey vóru røsk at bjóða mær til døgurða í Gøtu, sigur Símun og nevnir nøvn sum Símun Petur Justinussen, Poul og Kaj Ennigarð, Símin Louis Jacobsen og Svenn Olsen.
Uttan fyri vøllin er Símun tó ikki nóg búgvin. Hann leingist illa aftur heimbygdina, og hvør umbering verður brúkt. Eisini tær, sum ikki eru heilt sannar.
Ein dagin sigur Símun við Krzysztof, at hann skal suður í føðingardag hjá ommuni í Vági. Hetta verður honum játtað, og fríggjadag fer Símun suður.
Leygardag ringir telefonin. Tað eru foreldrini, sum er farin norð um vikuskiftið, tí yngri beiggin, Jón, skal verða við í fótbóltskapping – í Gøtu.
– Babba gevur so rørið til Kryzysztof. Hann segði bara; »I kill you when you come back«, fortelur Símun við einum stórum smíli.
Símin er fastur maður á vinstra vongi. Tað er fyrstu ferð, at hann fær sítt egna pláss á vøllinum. Hann hevur millum annað spælt nógv mitt á miðjuni og í álopinum.
Við unglingum vinnur hann steypakappingina og hann fær somuleiðis landsliðsboð á fyrsta sinni. Símin fær sín fyrsta hálva tíma á A-landsliðnum í venjingardysti móti Kasakstan, sum Føroyar vinna 3-2. Hann kemur inn fyri Jákup á Borg og er yngsti landsliðsleikarin nakrantíð. Metið verður tó tikið fáar dagar seinni, tá ið Føroyar aftur spæla venjingardyst móti Kasakstan. Ingi Højsted kemur inn. Hann er yngri enn Símun.
– Tað var eitt hendingaríkt ár. Eg rokni ikki við at eg hevði verið komin so langt í dag, um eg ikki tók av og flutti til Gøtu, sigur Símun Samuelsen um árið 2003.
Longsulin fær ræði á vábinginum, sum flytur suður aftur. Hann spælir komandi hálvt annað kappingarárið við VB.
Dreyma byrjan í Keflavík
Símun hevur røtur í Íslandi. Tað er lykilin til, at hann um summarið 2005 endar í Keflavík. Mostirin er gift manni, ið hevur við íslendska felagið at gera. Tey eru á vitjan í Føroyum. Símun spælir væl, meðan hann er til staðar. So væl, at hann setur Símun í samband við Keflavík.
Símun er 19 ára gamal og hevur júst lokið studentarútbúgving. Tað liggur tí væl fyri at fara. Upplivingin í Gøtu hevur eisini fyrireikað vongin til eitt lív uttan vágsbygd.
– Eg var klárur at fara, so skjótt sum tilboðið kom. Har var einki at ivast í, sigur Símun.
Tað gongur væl til venjing, hóast Símun ikki kennir á sær, at hann er betri enn hinir. Hinvegin er skjótleikin hentur, og Símun fær bjóðað sáttmála.
Í Vági vilja tey ikki sleppa evnaríka leikarunum uttan víðari. Símun stendur ímillum, meðan feløgini samráðast. Tað sær svart út, men so ringir Símun til forkvinnuna í VB, Vígdis Nolsøe.
– Hon vissaði meg um, at alt nokk skuldi ganga. Hon greiddi mær frá, at hetta bara vóru samráðingar, og at vit nokk skuldu finna eina loysn, sigur Símun.
Stutt seinni er Símun Keflavík leikari. Hann er í hópinum til fyrsta dyst. Keflavík er aftanfyri 2-1, tá Símun kemur inn seint í seinna hálvleiki. Tað ganga bara minuttir, so javnar vábingurin. Tveir minuttir fyri tíð dregur hann frá mótstøðumanninum og leggur bóltin á eitt silvurfat fyri áleypara, sum skorar. Símun hevur fingið eina dreymabyrjan. Bløðini geva honum 10 av 10.
Hann er ikki stinnur í málinum, hóast røturnar eru íslendskar, og systkini klára seg á íslendskum. Hann hevur familju í býnum, og lívið sum yrkisfótbóltsleikari er byrjað.
Minniligasti dysturin
Keflavík er í UEFA Cup hetta árið, og hevur áðrenn Símun kom til vunnið seg víðari til annað umfar. Mótstøðuliðið er týska Bundesliga liðið, Mainz.
Fyrri dysturin verður spældur í Frankfurt í Týsklandi, sum um hetta mundið ger klárt til at verða vertur fyri HM endaspælinum í 2006.
Leikvøllurin er nýggjur. Í skiftirúminum er næstan eitt baðikar til hvønn leikaran. Umstøðurnar eru fantastiskar, og á áskoðaraplássunum sita eini 25.000 Mainz viðhaldsfólk. Dagurin skuldi gerast serliga minniligur fyri Símun. Bæði fyri tað góða og tað ringa.
– Fyrstu ferð eg veruliga merkti, at tað vóru so nógvir áskoðarar var, tá eg skuldi leggja bóltin innfyri. Eg kom til at raka bóltin við høgra beini fyrst, og tá eg so skuldi skjóta innfyri, rakti eg als ikki bóltin og datt. Tí gjørdu áskoðararnir nógv burturúr. Eisini viðleikararnir gjørdu gjøldur við mær aftaná, sigur Símun og flennur.
Mainz vann dystin 2-0. Í einar tíggju minuttir aftaná dystin sita bæði liðini á brotsteigarmarkinum og hyggja at, meðan Mainz viðhaldsfólkini undirhalda við rópum og sangum.
Dagurin er ein tann størsti fótbóltsdagurin í lívinum hjá Símuni, men á veg av vøllinum fær hann at vita, at omman í Vági er deyð.
Beiggi Símun, Jón, og mammubeiggin, Petur, standa og bíða eftir honum, tá hann kemur av vøllinum. Símun fer at heilsa upp á, og teir greiða frá, at hon doyði fyrr um dagin, men at ongin vildi fortelja tað fyri honum uppundir ein so stóran dyst.
Ongin av liðfeløgunum veit av boðunum, tá hann kemur inn í skiftirúmið eftir dystin. Lagið er gott eftir stóru upplivingina, men Símun klárar ikki ar halda sær.
– Eg fór inn á WC og stongdi hurðina, og so fór eg bara at gráta, sigur Símun um torføra løtuna.
Sára Sofía lá fyri tað mesta í songini, tá Símun var ungur. Tí sat hann mangan við songarkantin og tosaði við ommuna.
– Hon hevur ikki sæð nógvar fótbóltsdystir, men hon kendi nógvar leikarar, tí eg sat oftani og tosaði við hana um fótbólt. Eg hevði eitt heilt serligt forhold við ommu, sigur Símun umhugsin og leggur afturat:
– Eg skilji væl, at tað var torført fyri tey at taka eina avgerð um ikki at siga tað við meg beinanvegin. Eg eri eisini glaður fyri, at eg kundi spæla móti Mainz, men um tey høvdu sagt tað beinanvegin, so hevði tað eisini verið fínt fyri meg, sigur Símun víðari.
Ikki Sogndal?
Í 2007 hevur Keflavík ein misjavnt kappingarár. Teir kunnu hvørki fara upp ella niður. Ein dagin seint í august ringir telefonin. Tað er Jákup í Stórustovu, umboðsmaður hjá honum, sum sigur, at eitt felag í Noreg gjarna vil leiga Símun.
Símun heldur hetta verða spennandi. Hann fær at vita, at tað er Sogndal, sum vil leiga hann, og at hann hevur nakrar dagar at umhugsa seg í. Unnustan, Diana, er við barn, so hetta er ikki ein avgerð, sum bara kann takast beinanvegin.
Løtu seinni ringir telefonin aftur. Símun skal flúgva til Noregs, og tað beinanvegin, tí hann skal verða hjástaddur, tá sáttmálin verður undirskrivaður. Og tað skal hann fyri midnátt. Tað sigur norska reglugerðin.
Símun hyggur upp á klokkuna og sær, at hetta fer at knípa. Hann pakkar í ein fart og drønar á flogvøllin.
Hann lendir í Olso stutt eftir klokkan 23, og skal verða á Ullevaal leikvøllinum áðrenn klokkan 24. Viðførið skal við, og Símun er ikki í bilinum fyrr enn klokkan er hálvgum. Sjaførurin drønar avstað, men finnur ikki leikvøllin. Hann koyrir tí yvir til tann nærmasta hýruvognin, og bjóðar føraranum 500 krónur fyri at koyra teir til Ullevaal. Teir koma fram klokkan 23:59,20.
– Tá eg kom fram, stóðu teir klárir at steingja hurðina. Tað er ein stór klokkan innan fyri hurðina, og hon vísti, at vit komu 40 sekund fyri midnátt, greiðir Símun frá.
Tveir leikarar koma drønandi aftaná, men hurðin er stongd.
Símun ger nú klárt at skriva ein tveir mánaðar leigusáttmála við Sogndal, sum hevur havt menn sum Kurt Mørkøre, Hans Fróða Hansen og Julian Johnsson í hópinum.
Í øllum hurlivasanum steðgar heimurin hjá Símuni á. Í nøkur sekund stendur alt stilt. Í sáttmálanum stendur, at Símun skal spæla við Notodden FK.
– Eg orkaði ikki at hugsa meir og skrivaði undir. Eg gitti bara, at tað var eitt annað heiti á felagnum, sigur Símun.
Aftaná verður Símun koyrdur til Natodden. Tað tekur einar fimm tímar. Sjaførurin roynir at práta við vilsta føroyingin.
– Hann spurdi meg, um eg kendi nakrar leikarar hjá felagnum. Eg nikkaði og svaraði, at eg kendi Håvard Flo. Sjaførurin skilti einki og helt nokk bara, at eg ikki skilti, hvat hann segði, greiðir Símun frá. Håvard Flo er kendur norskur framherji, sum tá spældi við Sogndal.
Tað var ikki fyrr enn Símun dagin eftir kom til venjing, at tað gekk upp fyri honum, at talan var um heilt annað felag.
– Eg var mest bangin fyri hvørjari deild teir spældu í. Tað vísti seg so, at teir spældu í næstbestu deildini. Tað spældi alt væl av. Málið var at yvirliva, og tað kláraðu vit á næst seinasta degnum, greiðir Símun frá.
Notodden vildi seinni hava Símun at koma aftur, men Keflavík vildi hava tríggjar milliónir krónur fyri føroyska vongin. Eftir langar samráðingar endar tað við, at Notodden bjóðar 1,1 millión krónur, men Keflavík tekur ikki av.
Snýttir fyri íslendska meistaraheitið
Árið eftir, í 2008, er Keflaík oddalið alt kappingarárið. Liðið er væl mannað, og tað merkir millum annað, at Símun ikki er eins sjónligur sum onkri av hinum kappingarárunum. Fleiri leikarar taka ábyrgd.
Harðasti kappingarneytin er FH. Eina viku fyri kappingarenda hevur FH ein dyst til góðar, sum teir skulu vinna, um Keflavík ikki skal blíva meistari undan seinasta leikadegnum. Dysturin er mikudagin fyri seinasta umfar.
– Tað var ein løgin kensla at sita framman fyri sjónvarpinum og vita, at tú kundi blíva meistari tað kvøldið. Eg haldi ikki, tað var so heppið fyri kappingina, at einum liði vantar ein dyst so seint í kappingini, sigur Símun.
FH vinnur dystin. Ikki fyrr enn tá byrja leikararnir í Keflavík at seta seg upp til dystin seinasta umfar móti Fram.
Keflavík skal bara vinna sín dyst, so er meistaraheitið heima. Útisetar eru komnir heim úr øllum heiminum fyri at síggja liðið vinna meistaraheitið.
– Eg minnist, at tað oysregnaði, og vøllurin var bleytur. Tað vóru nógvir áskoðarar til dystin, og fólk stóðu kring allan vøllin, sigur Símun.
Símun skorar sjálvur til 1-0. Tað er sjálvandi stór gleði millum viðhaldsfólkini. Tíðliga í seinna hálvleiki er Símun í góðari støðu at avgera dystin.
– Eg verði spældur púra leysur og reki framvið málmanninum, sum fellur meg. Men dómarin velur at geva mær gult kort fyri at tveita meg, greiðir Símun frá, meðan hann ristir við høvdinum. Hann er argur á málinum og leggur afturat, at tað eru myndir til, ið prógva, at hann var feldur.
Løtu seinni javnar Fram. Keflavík sendir nú alt fólkið fram, men verður revsað í hinum endanum. Meistaraheitið regnar burtur í móruni. Símun stendur eftir við eini kenslu av, at hann er blivin snýttur fyri eitt íslandskt meistaraheiti.
Í 2009 hevur Símun eitt gott persónligt ár, sum vísir seg at blíva tað seinasta. Hann blívur ársins leikari í Keflavík og er at finna á ársins liði.
Tíðin er hinvegin komin til at venda nøsini heim.
Heim til Føroya
Diana og lítli Lukas flyta til Føroya, og Símun ger av at gera tað sama. Venjarin hjá Símuni øll árini í Keflavík er Kristjan Guðmundsson. Keflavík velur ikki at leingja sáttmálan við hann. Partarnir skiljast ikki beinleiðis í semju.
Í HB hava tey hoyrt um avrikið hjá Kristjani og vilja hava hann til felag. Hann verður nýggjur venjari, og størsta ynskið er at fáa Símun við.
Vágbingurin er sinnaður at
koma heim, men hann hevur framvegis eitt ára sáttmála við Keflavík.
– Eg gjørdi eina munnliga avtalu við formannin, og vit tóku í hondina á hvørjum øðrum, at um eg vildi sleppa heim, so skuldi eg sleppa tað uttan nakað, greiðir Símun frá.
Uppstarturin í HB verður tó órógvaður av óvissuni um flytingina, tí formaðurin í Keflavík vil brádliga ikki kennast við avtaluna. Hann vil hava pengar frá HB. Bara tvey ár frammanundan metti hann virðið á Símuni verða tríggjar milliónir krónur.
– HB kundi als ikki tosa við í slíkum upphæddum. Eg ringdi fleiri ferðir til formannin, og vit skeldaðust oftani. Mangan vóru samtalurnar hálvar, tí eg legði á í øðini, greiðir Símun frá.
Tað endar tó við, at feløgini koma ásamt um, at leikaraloyvið verður flutt til Havnar.
– Eg haldi tað var eitt skot
Símun hevur í dag spælt 40 A-landsdystir. Hann hevur verið fastur maður á liðnum seinnu árini, og við sínum bara 27 árum hevur hann møguleika at spæla nógvar afturat. Landsliðið hevur stóran týdning fyri Símun. Tað er ein eyka gularót fyri føroyskar leikarar, og hann ætlar sær ikki at missa plássið enn.
– Eg skal berast av landsliðnum, sigur hann í skemti.
Tað er serliga eitt mál, ið Símun er kendur fyri á landsliðnum. Frammanfyri yvir 30.000 áskoðarum á Ramat Gan leikvøllinum í Tel Aviv í Ísrael tekur Símun Samuelsen øll á bóli. Ísrael hevur í seinastu minuttinum økt til 2-0 og avgjørt dystin.
Føroyska liðið gevur bóltin upp. Símun tvísporar avstað í høgra borði. Komin nær baklinjuni meddar hann til bóltin. Málverjin er ikki í iva um, at talan verður um innlegg, men bólturin snýtur og fer í mál.
– Eg veit ikki, um tað var eitt skot ella innlegg. Eg hyggi niður, og eg minnist, at málmaðurin tekur eitt fet út. Har er heldur ongin føroyskur leikari innfyri, men kanska er tað bara eg, sum royni at sannføra meg sjálvum um, at tað var eitt skot, sigur Símun.
Ikki uppgivið fótbóltsdreymin
Gjøgnum alla samrøðuna situr tú við eini kenslu av, at Símun enn er svangur sum fótbóltsleikari. Hann er argur um, at hann ikki fekk møguleikan at koma víðari úr Íslandi.
– Eg var betri enn fleiri av teimum, sum komu víðari. Eg hevði altíð takið á einum bakki hjá Vali. Hann endaði í Stabæk í bestu deildini í Noreg. Eg var millum teir bestu í íslendsku kappingini. Ein viðmerkjari helt fyri, at tað mátti verða tí eg eri føroyingur, at eg ikki slapp víðari, sigur Símun.
Hann er ikki í somu støðu, sum tá hann sum 19 ára gamal flutti til Íslands, men kemur rætta tilboðið, so er Símun framvegis svangur eftir at royna fótboltseydnuna uttan fyri landoddarnar.
– Um eg skal siga nakað, sum eg haldi mær manglar at royna, so er tað at spæla í bestu deildini í eitt nú Norei ella Svøríki, sigur vábingurin.
– Spæli eg eitt nú ein branddyst í Eysturríki, og okkurt felag bjóðar upp á meg, so taki eg av, sigur Símun víðari.
Tað er ikki bara tí at Símun vil sleppa uttanlands aftur at spæla, at hann heldur hurðini á glopp. Tað er eisini ein máti at motivera seg sjálvan til landsdystirnar.
– Eg haldi, at allir, sum spæla á landsliðnum, skulu hava tann dreymin. Tað ger, at menn leggja meiri fyri. Vit hava eisini sæð seinastu dystirnar, at vit eru ikki langt frá einum stórum úrsliti, sigur Símun.
Hann hevur roynt nógv. Fimm ár sum yrkisleikari, 40 landsdystir og spælt fyri VB, GÍ og HB. Hóast tað, so er hann bara 27 ára gamal. Spurningurin er so, um Símun hevur skrivað sín seinasta kapitul sum yrkisfótbóltsspælari?