Í stríðnum millum millum HB og bygdarfeløgini um spælararnar er støðan nú 2?1 til bygdirnar. Jan Dam og Súni Fríði Johannesen skulu spæla við B68, og nú hevur HB gjørt sáttmála við miðvallaran Símun Eliasen, sum flytir heim aftur, eftir at hann í trý ár hevur búð í Århus.
Símun Eliasen er fuglfirðingur, og burtursæð frá einum hálvum ári, tá hann spældi við KÍ, hevur hann altíð spælt við ÍF, tá hann hevur verið í Føroyum.
Símun royndi seg í donskum fótbólti, og hann var á veg á besta liðíð hjá Århus Fremad, tá hann breyt beinið, og síðani tá hevur hann ikki spælt á høgum støði í Danmark. Men nú skal hann royna seg í HB.
Kappingin
B68 hevur verið í B36 og HB eftir tveimum spælarum í hvørjum felagnum, og tað hoyrist tutl í krókunum um okkurt annað felag á bygd, sum tosar við onkran spælara, sum hevur umboðað havnarfeløgini. Tí spyrja vit Steinfinn Mittelstein, stjóra í Havnar Fótbóltur, um teir ikki megna at fylgja við .
? Vit hava eitt partafelag, sum hevur 650 túsund krónur í partapeningi, og vit mugu bara staðfesta, at tað er sera stríggið hjá okkum at kappast. Mínar royndir eru, at lønin hevur nógv at siga, tá spælararnir gera av, hvar teir fara at spæla, og í løtuni tykjast vit ikki at megna at bjóða mest, staðfestir Steinfinn Mittelstein,
Hava bygdafeløgini fleiri pengar, enn tit hava?
? Tað dugi eg ikki at siga. Vit stremba eftir at gera 1. deild til ein rakstur, sum hvílir í sær sjálvum. Inntøkurnar hjá okkum frá sponsorum og frá atgongugjaldi eru helst størri, enn tær hjá nógvum øðrum feløgum, men tað kann væl vera, at tað eru onnur feløg, sum eiga annað slag av stuðlum, sum vit ikki eiga.
Hvat hugsar tú um?
? At tað á bygd tykist vera stórur áhugi millum skip og virkir at stuðla fótbóltinum. Vit høvdu einki havt ímóti at fingið sovornan stuðul í í kassan hjá okkum, men vit síggja ein vanda í, at um feløgini grunda raksturin á sovornar inntøkur, so fer tað at raka sera meint, um tað ikki fer at bera til hjá skipum og virkjum at stuðla í sama mun, sum tey hava gjørt.
Sáttmálarnir
Havnar Bóltfelag hevði ársveitslu leygarkvøldið. Steinfinn Mittelstein hevði tá nakrar hugleiðingar um tað farna og um tað komandi.
? Eg brúkti m.a. greinina í Ítróttarsosialinum, har tit vístu á, at tað var ímóti lægri staddu liðunum í 1. deild, at vit taptu oddasessin, meðan vit stóðu okkum best í innanhýsis kappingini ímillum tey fýra fremstu feløgini. Eg haldi, at hetta vísir, at trupulleikin í HB ofta hevur verið at seta seg upp til avbjóðingarnar, sum eru í hvørjum einasta dysti. Og eg haldi, at vit mugu læra av gongdini í ár.
HB hevur til komandi kappingarár skrivað sáttmála við tíggju spælarar. Umframt Símun Eliasen eru teir Bárður Johannesen, Hans á Lag, Hans Fróði Hansen, Jóhannes Joensen, Rúni Nolsøe, Andrew av Fløtum, Hans Jørgen Djurhuus og so U-16 landsliðsmenninar Jón Róa Jacobsen og Vagnur Mohr Mortensen, sum longu hava sneytað til 1. deildarfótbólt.
Ábyrgdin og
avbjóðingin
Vit hava skilt, at tað er møguleiki fyri, at Uni Arge aftur fer at spæla fyri barndómsfelagið. Hetta er kortini treytað av, at hann velur at siga nei takk til tilboðini, sum hann hevur frá íslendskum feløgum. Møguleiki er eisini fyri, at Ion Geolgau fer at hava onkran útlendingin við sær, tá hann eftir ársskiftið kemur aftur til HB.
Men hava tit nakað at hava vónirnar fyri komandi kappingarárið í?
? Í felagnum vóna vit, at tað í framtíðini fer at eydnast okkum at uppala flestu spælararnar sjálvir, og eg nevndi leygarkvøldið týdningin av, at ungu menninir hava tol, meðan teir so við og við verða slúsaðir inn á besta liðið. Kaj Leo Johannesen, Gunnar Mohr og aðrir góðir menn sótu nógv á beinkinum, áðrenn teir vórðu sjálvskrivaðir í 1. deild. Tey seinnu árini hava vit alt ov ofta sæð, at spælararnir halda uppat at venja, ella at teir leita í onnur feløg, um teir ikki beinanvegin koma á 1. lið, og tað haldi eg er spell bæði fyri teir og fyri felagið.
? Eitt gott dømi um at ungir spælarar vaksa við avbjóðingini og uppgávuni sóu vit á liðnum hjá okkum í 1982. Tá høvdu vit nógv nýtt fólk. Bjarni Jakobsen og Julian Hansen vóru blaðungir, tá teir hetta árið komu á 1. lið, HB gjørdist meistari, og hesir báðir vóru í nógv ár stuðlar á besta liðnum. Sovorðið eigur framvegis at bera til.