Símun Samuelsen heim til Føroya

Morgunblaðið skrivar, at føroyski landsliðsspælarin, sum hevur spælt við Keflavík farnu árini fer at gevast í felagnum, og fer at flyta heim til Føroya.

 

Keflavík boðar frá í einum tíðindaskrivi, at felagið og Símun eru komin samt um, at siga sáttmálan upp, so Símuni stendur frítt at fara aftur til Føroya. Hetta er ynski Símuns, og persónligar orsøkir liggja til grund fyri hesum.

 

Keflavík takkar Símuni so inniliga fyri tey fimm góðu árini hann hevur spælt fyri Keflavík, og teir ynskja honum alt tað besta í framtíðini.

 

Morgunblaðið leggur herðslu á, at talan er um stóran miss fyri Keflavík. Símun Samuelsen hevur spælt 74 dystir fyri Keflavík í bestu fótbóltsdeildini. Símun hevur skotið 18 mál í hesum 74 dystunum.

 

Símun kom til Keflavík frá VB/Sumba í juli 2005. Eitt skiftið var Símun leigaður út til norska felagið, Notodden.

 

Símun Samuelsen hevur spælt 27 landsdystir fyri Føroyar. Á útivølli ímóti Ìsrael skeyt Símun eitt minniligt ?Van Basten-mál? frá baklinjuni. Millum bestu mál føroyska landsliðið hevur skorað.