Símun við nýggjari fløgu: Nok af sorger

Føroyski útisetin Símun úr Konoy, sum í Danmark nevnir seg Simon von Konoy, gevur í hesum døgum út eina fløgu, ið hevur heitið »Nok af sorger«.

Orsøkin til útgávuna er millum annað, at hann í ár kann hátíðarhalda, at tað eru 40 ár síðani, at hann av álvara fór at gera um seg innan tónleikaheimin – fyrst í Føroyum, seinni í Danmark.

Yrkisleið hansara tók sína byrjan í seinna helmingi av sjeytiárunum við eini stakplátu og seinni eini EP (vinyl), men tað var fyrst í 1980, at veruligt dyk kom á kassettubands- og seinni fløguútgávurnar. Tí hevur hann valt at staðfesta hátíðarhaldið fyri tíðarskeiðið úr 1980 til 2020.

Á nýggju útgávuni er í onkrum førum talan um nýupptøkur av gomlum løgum, men flestu sangirnir eru nýyrktir, m.a. »Smukke, skønne Diana«, sum í frítíð síni dámar at hugna sær saman við kendum persónum.

Ein annar sangur er um mexikansku ølina Corona, og ein triðji um hin, ið er búsitandi í slavna kjallaranum, ímeðan tey væl bjargaðu hugna sær uppi á kvistinum. 16 sangir eru á fløguni.

Í Føroyum er plátan til sølu í fløguhandlinum Tutl í Tórshavn.

##med2##