Súna spælir í kvøld - men VÍF er betri fyri

- Hon er ikki 100% men vit vóna tað besta sigur kyndilsvenjarin um toppskjúttan hjá sær áðrenn hálvfinalurnar

Faxe Kondi-kappingin, KVINNUR

1. hálvfinala:

18.00: Kyndil – VÍF, Høllin á Hálsi (Beinleiðis á FM1)

20.00: H71 – Neistin, Hoyvíkshøllin (Beinleiðis á FM1)

Fyrru hálvfinalurnar í ársins steypakapping hjá kvinnum verða leiktar í kvøld.

Í Havn bresta finalistarnir frá seinastu tveimum kappingarárunum, Kyndil og VÍF saman.

VÍF vann sín bólk frammanfyri H71, meðan Kyndil gjørdist næstfremst í sínum bólki aftanfyri Neistan.

VÍF og Kyndil, sum liggja jøvn á fremsta plássið í landskappingini, hava havt somu avbjóðing seinastu mánaðarnar: At klára seg uttan ein av størstu málslúkunum vegna gleðiligar umstøður.

Hjá VÍF snýr tað seg um Liljuna Müller, og hjá Kyndil er tað Turið Arge Samuelsen. Báðar eru við barn.

Frá in.fo:

Turið spælir ikki aftur hetta kappingarárið

VÍF uttan stórskjútta restina av kappingarárinum

Serliga Kyndil hevur verið enn meira darvað í seinastuni, nú stóri profilurin og toppskjúttin, Súna Krossteig Hansen hevur stríðst við skaða.

At Súna Krossteig Hansen er ein umráðandi leikari sæst serliga aftur í, hvussu fleiri lið hava avgjørt at mansverja miðju-leikaran í meginpartinum av dystunum. Hon hevur skotið 75 mál í SMS-deildini hetta kappingarárið – Og hon varð kosin besti leikari, tá ið Kyndil vann steypafinaluna á VÍF í fjør.

Kyndilsvenjarin, Bárður Johannesen, sigur við in.fo í dag, at Súna Krossteig spælir í kvøld, men ivi er um hvussu nógv hon megnar.

- Hon er nokk ikki 100 prosent, men vit vóna tað besta, sigur venjarin.

Harafturat er enn okkurt ivamál í hópinum áðrenn dystin í kvøld, har strikuleikarin, Karin Midjord og málverjin, Alda av Skarði hava havt trupulleikar, greiðir Bárður Johannesen frá.

Hjá VÍF má ein leikari geva avboð, meðan ein kemur aftur.

John Larsen, VÍF-venjari, sigur við in.fo, at Brynja Rógvadóttir spælir ikki í kvøld vegna skaða, men Lív Ingdórsdóttir er við aftur í kvøld.

- Annars eru allar klárar og vit gleða okkum, sigur venjarin.

Broytingin hevur fyrst og fremst nakað at siga fyri breiddina hjá VÍF. Brynja Rógvadóttir loysir ofta av á vongi og bakki, meðan Lív Ingdorsdóttir vanliga fær fitt av leiktíð á strikuni og í miðverjuni, hóast meginparturin av tíðini ofta er farin til Lise Marie Evensen.

Bæði VÍF og Kyndil fingu vána byrjan í landskappingini eftir jólasteðgin. VÍF tapti 32-23 ímóti H71, meðan Kyndil tapti 19-12 ímóti Neistanum.

Í steypakappingini eydnaðist tað VÍF at reisa seg og vinna á H71 herfyri, meðan Kyndil fekk enn eitt vána úrslit ímóti Neistanum, har tað endaði við 22-16 ósigri.

Kortini skulu Kyndilsfólk ikki leggja ov nógv í henda seinasta ósigurin, har Súna Krossteig Hansen ikki spældi, meðan Bára Krossteig Hansen og Karin Midjord máttu av vøllinum í fyrra hálvleiki.

Frá in.fo:

Vestmannakvinnur hava vunnið seg í Faxe Kondi hálvfinaluna (FM1)

Neistakvinnur fóru við fyrsta plássinum í bólki 1 (FM1)

Okkurt bendir kortini á, at VÍF er betri fyri í seinastuni – serliga í álopinum. Umframt sigurin á H71 vant VÍF burtur úr bæði StÍF og VB við úrslitunum 36-21 og 36-18.

Til samanberingar mátti Kyndil stríðast fyri sigrinum ímóti Stjørnuni. Ùrslitið gjørdist 30-24.

VÍF og Kyndil hava spælt tveir innanhýsis dystir í landskappingini og vunnið ein í part.

VÍF vann 26-22 á heimavølli tann 23. oktober, meðan Kyndil vann 32-27 á heimavølli tann 15. desember.

Fyrra hálvfinalan ímillum Kyndil og VÍF verður spæld í kvøld klokkan 18.00 í Høllini á Hálsi. Seinni dysturin verður leygardagin klokkan 18.00 í Høllini í Vestmanna.

Innanhýsis dystir hetta kappingarárið:

 

VÍF – Kyndil 26-22
SMS-deildin, 23/10/2019
Málskjúttar VÍFs
Durita C. Jojic9
Agnas Olsen6
Liljan Müller5
Brynja Rógvadóttir3
Lise Marie Evensen3
Málskjúttar Kyndils
Bára Krossteig Hansen6
Turið Arge Samuelsen6
Natasja Hammer4
Súna Krossteig Hansen4
Anja Eliasen1
Ásleyg Súnadóttir1
Kyndil – VÍF 32-27
SMS-deildin, 15/12/2019
Málskjúttar Kyndils
Súna Krossteig Hansen10
Bára Krossteig Hansen6
Karin Skylv Midjord6
Ásleyg Súnadóttir5
Natasja Hammer2
Sólja Poulsen2
Beinta Lindberg Hansen1
Málskjúttar VÍFs
Durita C. Jojic8
Lise Marie Evensen8
Agnas Olsen6
Ingibjørg Olsen3
Ró Nielsen1
Heidi Maria Akselsen1

Frá in.fo:

https://www.google.com/url?sa=t&rct=j&q=&esrc=s&source=web&cd=2&cad=rja&uact=8&ved=2ahUKEwi2vcHXzrrnAhX3VRUIHdypB7IQFjABegQIBBAB&url=https%3A%2F%2Fwww.in.fo%2Fitrottur%2Fsport-detail%2Fnews%2Fvif-kyndil-26-22-13-11-dystarendin-og-samroedur-fra-fm1%2F&usg=AOvVaw0vwrdL9iNzY4-r4DrcKMmW

VÍF-Kyndil 26-22

Kyndil - VÍF 32-27