Súni í Hjøllum verður borgarstjóri, og Heini Súnason Kristiansen verður varaborgarstjóri í Nes kommunu.
Á valinum var Heini Súnason Kristiansen toppskorari við 150 atkvøðum, meðan Súni í Hjøllum fekk 142 atkvøður. Heini Súnason Kristiansener er nývaldur, og Súni í Hjøllum hevur sitið í bygdaráðnum samanhangandi síðan 1985 - ella í tilsamans 36 ár.
Súni í Hjøllum hevur verið varaborgarstjóri í nógvum setum.
Hinir bygdaráðslimirnir eru: Høgni Hansen, Elin á Torkilsheyggi, Jan Højgaard, Dakko Petersen og Rannvá í Túni Petersen.
Nevndarsessirnir eru soleiðis býttir:
Fíggjarnevndin: Súni, borgarstjóri, formaður og Heini, næstformaður og Høgni.
Tekniska nevnd: Dakko, formaður, Elin næstforkvinna og Jan.
Mentanarnevndin: Elin, forkvinna, Jan næstformaður og Rannvá.
Trivnaðarnevndin: Høgni, formaður, Dakko, næstformaður og Rannvá.
Umhvørvisnevndin: Heini, formaður, Elin, næstforkvinna og Rannvá (nýggj nevnd).
Sev: Dakko er umboðsráðslimur.
IRF: Heini er umboðsráðslimur.
Kongshavnar Havnarstýri: Jan Højgaard er stýrislimur.
Skúlastýrið við Tofta skúla: Høgni og Jan eru stýrislimir.
Musikkskúlanevndin: Høgni og Elin eru nevndarlimir.
Skálafjarðar kommunala Sløkkilið: Súni, borgarstjóri er nevndarlimur.
Roðin Økistænastan: Súni, borgarstjóri og Elin eru stýrislimir.
Nývalda bygdaráðið fer á almennum fundi í næstu viku at skipa seg.