Tað tykist ganga illa at fáa Vágarnar aftur upp á Formula kortið. Í dag tapti FSV04 2-1 á heimavølli ímóti NSÍ, og fyri einari viku síðani tapti FSV04 2-0 í Sørvági. Bæði teir næstbestu hjá NSÍ og SÍ eru nærri botninum enn toppinum. Tí er tað stór strika í rokningini hjá FSV04, at teir í strembanini eftir Formula fótbólti ikki hava megnað at fingið fulla úrtøku burtur úr hesum báðum dystunum.
ÍF er framvegis á uppflytingarplássi. Fuglfirðingar áttu hópin torførari uppgávu í dag enn vágamenn. ÍF tapti 4-2 á Sevmýri, men eftir FSV04 tapið gjørdist ÍF tapið so at siga ókeypis.
TB hevur vunnið tríggjar av trimum dystum síðani summarsteðgin. Teir eiga útsettan dyst ímóti B36 í Gundadali, sum teir sambært støðutalvuni eru favorittar at vinna. Men TB úrtøkan undan summarsteðginum var so mikið vánaligt, at vánirnar eru lítlar og ongar fyri, at TB skal blanda seg í uppflytingarstríðið.
Eftir at B68 í kvøld hevur vunnið 1-0 í Gundadali, hava toftamenn so at siga tryggjað sær pláss í Formula deildini í 2008.
Í botninum fekk KÍ nýggja vón, eftir at klaksvíkingar vunnu 3-1 í Gundadali á botnliðnum B36. B36 er á veg niður í 2. deild. Um KÍ skal sleppa undan niðurflyting valdast eitt nú um, hvussu tað fer at ganga, tá ið B36 um eina viku fer til Sørvágs.
LÍF-SÍ 9-2 (5-1)
TB-ÍF 4-2 (3-0)
HB-B68 0-1 (0-0)
FSV04-NSÍ 1-2 (1-1)
B36-KÍ 1-3 (0-1)
Støðan eftir 21 umfør
B68 58 stig
ÍF 43 stig
FSV04 42 stig
LÍF 34 stig
TB 30 stig
HB 26 stig
NSÍ 25 stig
SÍ 18 stig
KÍ 17 stig
B36 8 stig
B36 og TB eiga ein dyst í Gundadali til góða.
22. umfar
Leygardagin 1. september
B68-TB
ÍF-LÍF
KÍ-FSV04
NSÍ-HB
SÍ-B36