Sørin er ættaður úr Streymnesi. Hann arbeiddi í mong ár í byggivinnuni, og hevur hann t.d. verið við til at bygt brúnna um Streymin og Landssjúkrahúsið. 1. mars í ár hevði hann 20 ára starvsdag hjá Ivan Johansen Bilum í Havn. Sørin er enn í starvi hjá Ivan Johansen Bilum, har hann hevur ymiskar uppgávur sum t.d. viðlíkahald av virkisbygninginum o.l. Starvsfelagar hansara ynskja honum hjartaliga tillukku við degnum og mong góð ár framyvir.