Sørin: Víkingur eru nakrir kyniskir f¤¤¤¤

(FM1) Liðskiparin hjá AB tekur dýran til, tá hann skal lýsa munin á effektivitetinum hjá AB og Víkingi

(Hoyr samrøðu við Sørin Nygaard Samuelsen hjá AB)

Tað bleiv aftur líka við og næstan hjá AB í dag, ið rakti træverkið hjá Vìkingi ikki færri enn tríggjar ferðir, tá liðini hittust úti í Vika á Argjum seinnapartin í dag. Víkingur hinvegin setti bóltin í málið hjá AB tríggjar ferðir, og tað gjørdist munurin millum liðini.

- Teir eru nakrir kyniskir f¤¤¤¤, so dýran tekur liðskiparin hjá AB, Sørin Nygaard Samuelsen til, tá hann skal lýsa munin millum effektivitetin hjá AB og Víkingi.

Hóast teir eru aftast og hava bert fýra stig, so slær Sørin Nygaard Samuelsen fast, at hann og liðfelagarnir í AB eru enn við gott mót, og teir trúgva uppá, at teir aftur í ár kunnu yvirliva.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sørin Nygaard Samuelsen á FM1.

HER ber til at hoyra frásøgnina hjá Tróndi Arge av teimum trimum málunum hjá Víkingi, og samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sølva Vatnhamar, ið legði upp til tvey tey fyrru málini, og sjálvur skoraði triðja málið hjá Víkingi. 

(Hoyr samrøðu við Sørin Nygaard Samuelsen hjá AB)