Sørir á heimavølli

Heldur ikki hesa ferð fekk B71 nakað burtur úr heimadysti. EB/Streymur tykist hinvegin longu nú hava sett kósina móti gullinum, sum glapp av hendi í fjør

Fótbóltur

EB/Streymur nýtti ikki langa tíð, áðrenn teir settu seg á dystin móti B71. Egil á Bø var skjótur, tá fríspark varð sent innfyri, og eftir nakað av trunkaspælið langaði hann bóltin í meskarnar eftir bara góðum minutti.
Byrjanin tóktist veruliga skelka B71, og tað gingu heldur ikki nógvir minuttir, so var aftur galið í B71-verjuni. Hesa ferð fór Sorin Anghel um koll í brotsteiginum, og úr ellivu metrum var Ronnie Samuelsen ískaldur.

Málmansdropp vakti heimaliðið
B71 hevur ikki av ongum vunnið sær heitið sum favoritt-dreparar. Og hóast ván byrjanina, so megnaðu teir at skapa spenning í dystin.
Upprunan til hetta má René Tórgarð í EB/Streyma málinum tó taka á sín kappa. Støðan tóktiskt púra vandaleys, tá Eirikur Poulsen sendi langt innfyri, men onkursvegna misti René bóltin í málið.
Nú vóru tað gestirnir, sum tóktust heldur ørkymlaðir, og B71 kundi væl og virðiliga javnað fyri steðgin. Men í fyrstu atløgu bøtti René um skaðan, tá hann stórbjargaði stútara frá Clayton Soares, og í aðrari støðu sendi sami Clayton bóltin fram við gestamálinum.
Nervarnir hjá oddaliðnum vórðu tó settir upp á pláss í steðginum, og fyri tað mesta høvdu teir tamarhald á í seinna hálvleiki. Teir øktu eisini til 3-1, tá Hans Pauli Samulsen smekkaði til av brotsteigarmarkinum, men enn einaferð stóð René Tórgarð í óhepnum leikluti, tá B71 aftur fekk spenning í. Hesa ferð feldi málverjin nakað klossut og óneyðugt ein gulan áleypara, og so var tað Eli Hentze, sum kundi vera tryggur úr ellivu metrum.
Hetta gav aftur sandoyingum mót, og tá innskifti John Heri Dam varð rikin av vølli, gjørdist hálið enn tyngri hjá oddaliðnum. Við tíggju monnum megnaðu teir tó at standa móti trýstinum, sum varð lagt á seinastu løtuna, og ikki óuppiborið fingu teir tí trý stig við sær norðureftir.

Hava spælt móti toppinum
Hjá B71 er kanska bara at staðfesta, at liðið tykist trívast betri á útivølli, enn teir gera tað á Sandi. Úrtøkan á heimavøllinum hevur í øllum førum verið púrasta sør, meðan tveir truplir útidystir hava kastað fýra stig av sær. Tey stigini og avrikini á heimavølli móti báðum oddaliðunum boða tó greitt frá, at liðið hevur kvalitetirnar til at halda fast um Formula-plássið. Og so skal hugsast um, at nú kunnu sandoyingar spæla móti liðum, sum ikki eru heilt so ovarlig á stigatalvuni.
EB/Streymur tykist hinvegin als ikki hyggja aftureftir. Hesa ferð máttu teir fyri fyrstu ferð fara í egið mál eftir bóltinum. Men enn er úrtøkan full, og tá tú ert førur fyri at vinna, hóast besti málverjin anno 2006 tvær ferðir kiksar, so er væl ikki heilt eingin botnur í FM-vónunum, sum tey á og kring samansetta felagið hava.