Annar dysturin í høllini sunnudagin var millum ÍF a og SÍ. Hesin dysturin átti ikki at vera leiktur hetta kvøldið, men var av eini ella aðrari orsøk fluttur.
Tað er sum so einki óvanligt í tí, at dystir verða fluttir, men tað sum hendi í Kambsdali fríggjakvøldið var at halda aðrar flogbóltsleikarar fyri gjøldur.
Liðini bæði høvdu fingið dystin fluttan soleiðis, at hann kundi leikast, sum fyrsta ?etapa? av tveimum hjá SÍ. Teir høvdu ein útsettan dyst móti Mjølnir í Klaksvík seinni fríggjakvøldið og tískil skuldu teir klára bátin yvir um Leirvíksfjørð um níggjutíðina fríggjakvøldið.
Tá dysturin móti betra liðnum hjá fuglfirðingum sá út til at vera so drúgvur, at tað var ivasamt um sørvingar fóru at klára bátin gjørdu teir ikki mætari enn bara at lofta bóltin hvørja ferð at fuglfirðingar servaðu. Av sonnum ein nýggjur máti at taka í móti uppá.
Tað má sigast verða sera lítil ítróttarandi í slíkari framferð. Aðrir leikarar, sum vóru í høllini um sama mundi ristu við høvdinum at framferðini, og tað sást langan veg, at teir ikki taka undir við slíkum.
ÍF vann trygt
Um sjálvan dystin kunnu vit siga, at tað var ÍF a, sum var tað betra liðið. Sørvingar voru annars betri mannaðir enn vanligt, nú teir komu inn í Kambsdal, millum annað vóru bæði Finn Hansen, sum uttan iva styrkir um SI liðið og landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Jørgin Niclasen við á liðnum.
Hetta var bara ikki nóg mikið til at gera nakað við fuglfirðingar fríggjakvøldið.
Fyrsta sett gekknokks javnt á og liðini fylgdust fyrstu løtuna, til støðan var 6-6. Tá setti ÍF eitt sindur av ferð á dystin og vísti hví teir liggja ovast í meistaradeildini hjá monnum.
Í øðrum setti og í triðja var munurin tann sami. Fuglfirðingar vóru teir, sum gjørdu av, hvussu dysturin skuldi leikast og tað gjørdu teir á ein slíkan hátt, at SÍ einki fekk gjørt afturímóti.
Tað var tó kortini eitt sindur drúgvført at fáa dystin avgjørdan og tá klokkan fór at nærkast ov nógv níggju gjørdu sørvingar av at geva fuglfirðingum eina hjálpandi hond ella tvær!
Seinastu fýra bóltarnar stóðu teir og loftaðu og so var dysturin liðugur.
Tað var ein lítið sámulig ger at gera móti flogbóltsspælinum og móti hinum leikarunum má sigast.