Súsanna og Rúni Brattaberg í Vestmanna kirkju

Sunnudagin 21. januar kl. 19 verður konsert í Vestmanna kirkju við luttøku av so kendum sangkreftum sum Súsonnu og Rúna Brattaberg. Súsanna syngur mezzo-sopran og Rúni bass.






Súsanna Brattaberg hevur í tveimum umførum undirvíst Vestmanna Kirkjukóri, og samstarvið teirra millum hevur nú eisini ført til eina konsert.
 
Til konsertina fer kórið at syngja saman við Súsonnu sum solisti í kantatuni “Christ lag in Todesbanden” eftir J. S. Bach. Eisini fer kórið at syngja saman við Rúna Brattaberg.
 
Vestmanna kirkja er nýliga umvæld, og umstøðurnar eru sera góðar til konsertir, so spennandi verður at hoyra hesar kendu sangarar.
 
Tað er Vestmanna kirkja saman við Vestmanna Kirkjukóri, sum skipar fyri hesum tiltaki.
 
Endalig skrá fyri konsertina verður lýst seinni.