Mikukvøldið varð síðsti føroyingurin sendur úr Europa Cup á hesum sinni. Allan Mørkøre og hinir í ÍBV vóru í Budapest og spældu seinna dystin móti MTK. Fyritreytirnar vóru einki serligar, tí ungverska liðið hevði vunnið fyrra dystin 2-0. Á heimavøllinum vunnu teir 3-1, eftir at teir í steðginum høvdu verið á odda 3-0. Tað var ikki fyrrenn tað restaðu fimm minuttir, at ÍBV fekk mál. Tað var Ívar Bjarklind, sum skoraði.
Sambært íslendskar fjølmiðlar hevði Allan Mørkøre besta møguleikan hjá oyggjamonnunum í 1. hálvleiki, men ungverski málverjin vardi, tá føroyski landsliðsmaðurin var leysur. MTK skoraði í 3., 15. og 40. minutti.
Greipan á skránni
Nú altjóða uppgávurnar hjá ÍBV eru av á hesum sinni, verður næsta takið at endurvinna landskappingina, har ÍBV er á øðrum plássi, og at endurvinna steypakappingina, har ÍBV er komið í semifinaluna.
Í fyrrakvøldið vann KR úr Reykjavík, sum er fremst í landskappingini, 3-0 á Breiðabliki í aðrari semifinaluni í steypakappingini, og í komandi viku skulu ÍA úr Akranesi og ÍBV telvast um, hvørt av teimum báðum skal eiga plássið ímóti KR í steypafinaluni, sum verður spæld á Laugardalsvøllinum í Reykjavík sunnudagin 26. september.
Sunnudagin skal ÍBV spæla í Grindavík, og í morgin skal Leiftur spæla á heimavølli móti Víkingi úr Reykjavík.
Haka úti
Spurningurin hjá FC Haka úr Finnlandi, sum sendi HB úr Europa Cup, tá teir fóru til Skotlands, var meiri, hvussu tað skuldi bera til at fáa eitt sømiligt úrslit, heldur enn at vinna 1-4 tapið frá í síðstu viku aftur.
Tá HB var í Finnlandi, var tað sjón fyri søgn, at teir í Haka hugsaðu um næsta umfarið, tá teir skuldu spæla móti Rangers, og tá Haka var í Glasgow, var tað sjón fyri søgn, at teir í Rangers hugsaðu um næsta umfarið. Glasgow Rangers legði ikki so øgiliga nógv fyri, tá teir vunnu 3-0 og harvið samanlagt 7-1.
Lovaði landið er bólkaspælið í meistarakappingini, og vegurin hjá Rangers er trongur, tí teir skulu vinna á Parma úr Italia fyri at røkka málinum. Taparin av tí uppgerðini skal spæla í UEFA Cup.