Javnaðarflokkurin hevur almennan fund um valsrkráina í Spinnarínum í Klaksvík. Fólkaflokkurin hevur sín tíðindafund í Smæruni í Havn. Og har fer flokkurin eisini at kunngera uppstillingarlistan.
Fólkatingsvalið verður mikudagin, grundlógardagin 5. juni.
Í veljarakanning, sum Gallup gjørdi fyri Kringvarpið og Vágaportalin, og sum varð kunngjørd í gjár, fáa Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fólkatingssessirnar.